Umsitingin hjá Eysturkommunu flutti í gjár úr skrivstovuhølunum á Brimborg við Gøtugjógv til nýggj hølir á Báta- og Listasavninum í Leirvík.
- Tankin um at flyta hevur ofta verið uppi og vent, og hetta varð endaliga avgjørt á býráðsfundi í kommununi herfyri. Hetta er tó ein fyribilsloysn, til ætlaða nýggja býráðshúsið í Norðragøtu er klárt.
Tað sigur Eysturkommuna.
Ove Heinesen, umsitingarleiðari hjá Eysturkommunu, segði við heimasíðuna hjá kommununi í gjár, at flytingin gekk skjótt fyri seg.
- Vit fóru í gongd í morgun við at rigga alt av og flyta teldur, og við endan av degnum vóru øll komin uppá pláss í Leirvík.
Hann vísir á, at umstøðurnar í nýggju hølunum í Leirvík eru sera góðar.
- Vit hava innrættað okkum, og frá í dag - mikudegnum 5. februar - bjóða vit borgarum vælkomnum á gátt í Leirvík við fyrispurningum ella øðrum ørindum, sigur umsitingarleiðarin.
Báta- og Listasavnið hevur áður verið brúkt til skrivstovuhølir hjá Skansi Offshore, sum fyri nøkrum árum síðan flutti sína skrivstovu til høvuðsstaðin.
Nýggi bústaðurin hjá Eysturkommunu er nú: Eysturkommuna, Kulibakki 8, FO-520 Leirvík.