Seinastu mánaðirnar hevur nógv órógv verið á ferðsluni í miðbýnum í Havn, tí Fjarhitafelagið hevur grivið hitar úr Hoyvík, oman í miðbýin og út á Fløtur, har millum annað nýggju stóru skúlarnir, Glasir, Skúlin og Fløtum og Musikkskúlin skulu knýtast í skipanina. Seinasta strekkið, sum hevur órógvað ferðsluna nógv, var í Tróndargøtu.
Eftir er nú niðasti partur av Dalavegnum og vestari partur av Dr. Jakobsensgøtu og eitt strekki í Tórsgøtu, so rennur vatnið í rørunum.
Villingadalsvegurin hevur eisini verið stongdur fyri ferðslu niðaneftir tað mesta av hesum árinum. Hann fekk stóran skaða av einum vatnleiðingsbroti, sum skolaði nógv av fyllunum kring fjarhitarørini burtur. Teir eru lidnir at tyrva kring fjarhitarørini, og eru nú í ferð við at bróta asfaltið upp á eystaru síðu á vegnum, sum í næstum verður asfalteraður og latin uppaftur.