Ein teirra, sum komandi 10 dagarnar fer at savna pening inn til átakið Meðan vit bíða er kendi havrógvarin Livar Nysted.
Les eisini Skulu savna pening inn til fátøk
Livar Nysted sigur, at hann var beinanvegin sannførdur, tá hann fekk í boðið at fara í gongd við hetta.
- Sjálvandi vil eg hjálpa til, við at geva børnum, sum liva í fátækraváða, betri kor. Tað er umráðandi, at vit øll hava tað gott, men tíverri síggja vit, at gjáin millum rík og fátøk veksur í hvørjum, og tá er vandi fyri, at nógv detta niðurímillum. Um einki verður gjørt skjótt, so eri eg bangin fyri, at tað verður trupult at fáa bilbugt við trupulleikan seinni, sigur hann við Sosialin.
Livar Nysted sigur, at hann ætlar sær fyrst og fremst at ringja til fyritøkur og biðja um stuðul frá teimum.
- Annars vil eg gera vart við átakið og við trupulleikan við fátækradømi. Eingin kann hjálpa øllum, men vit kunnu øll somul gera mun, sigur Livar Nysted.
Les eisini Vón er fyri framman