»Umráðandi at vinna á Páll Fanga«

Sálarliga spælið millum Páll Fanga og Hvessing er, eins og tað altíð verið. »Fyri okkum er tað umráðandi at vinna á Páll Fanga,« sigur bátsformaðurin á Hvessingi, Bjarni Hammer

Hóast Hvessingur hoyrir til Hvalvík/Streymnes, hevðí Hvessingur heimasjógv fyri aðru ferð í ár. Orsøkin er, at báturin er mannaður við suðuroyingum.

 Sí myndir frá jóansøkuróðrinum við at trýsta HER

 - Vit hava bert vant á vágsfirði í ár, og kenna hann væl. Tískil kendist tað øðrvísi í dag í mun til hinar róðrarnar. Eftir 300 metrar fara vit frá hinum, og tað kennist lætt at rógva. Vit hava yvirskot í endanum, og soleiðis hevur tað ikki verið í undanfarnu róðrunum. Tað kendist fantastiska væl at vinna á jóansøku, sigur Bjarni Hammer. Kappingin um gullið var millum Páll Fanga úr Klaksvík og Hvessing úr Hvalvík/Streymnesi. Sálarliga spælið millum Páll Fanga og Hvessing er, eins og tað altíð verið.

 

- Vit vilja fegnir á Páll Fanga, soleiðis er tað bara. Klaksvíkingar vilja vinna á suðuroyingum, og suðuroyingar vilja vinna á klaksvíkingum, sigur bátsformaðurin á Hvessingi, Bjarni Hammer skemtandi. Hóast manningarnar kappast sálarliga, er andin millum manningarnar ikki ringur.

 

- Manningin á Páll Fanga ringdi í vikuni og spurdi, um vit skuldu manna eitt tíggjumannafar saman og royna at geva Drekanum Reyða kapping. Hetta gjørdist tó ikki veruleiki sigur Bjarni Hammer, ið samstundis avdúkar, at Páll Fangi ikki verður við í  seksmannafarsróðrinum alt árið. Teir fara hinvegin at manna Klaksvíking, tá ið teir hava manning til tess. Bjarni er tó ikki bangin um, at kappingin fer at hvørva í seksmannafarsróðrinum.

 

- Um Páll Fangi ikki er við, so eri eg vísur í, at bæði Jarnbardur og Sølmundur fara at geva okkum kapping, sigur Bjarni Hammer at enda.