Umráðandi at verja børn og ung

- Verjan av børnum og ungum má koma fram um atlit til vinnuna, sigur Krabbameinsfelagið.

Tað er vónin hjá Krabbameinsfelagnum, at uppskotið hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um nýtslu av solarium hesaferð verður samtykt. Endamálið við uppskotinum er at verja børn og ung undir 18 ár.

 

- Hetta er eitt greitt og týdningarmikið signalvirði til foreldur, heldur Krabbameinsfelagið, sum leggur dent á, at verjan av børnum og ungum má koma fram um atlit til vinnuna.

 

Herfyri var sonevnda solariumuppskotið til 1. viðgerð í løgtinginum. Seinast, tá lógaruppskot um aldursmark fyri nýtslu av solarium varð lagt fram, fall tað við tilvísing til atlit til vinnurekandi í solariumvinnuni.

 

Felagið vísir á, at uppskotið leggur upp til 18 ára aldursmark, men her er ikki talan um forboð fyri allari nýtslu.

 

- Gallupkanningar frá 2013 og 2011 vísa, at av teimum, sum søgdu seg taka sól, vóru 24% í aldrinum 15-24 ár.

 

Krabbameinsfelagið vísir á, at húðin hjá børnum og ungum er meiri viðkvom fyri ultraviolettu strálunum, sum eru í solarium og sól enn húðin hjá vaksnum.

 

- Tað er tí okkara vón, at uppskotið hesa ferð verður samtykt, soleiðis at stig verður tikið til at verja børn og ung undir 18 ár. Vit halda tað eisini vera rímiligt, sum lógaruppskotið leggur upp til, at í svimjihallum og øðrum almennum stovnum ikki verður loyvt at selja solarium.

 

Lagt verður aftrat, at samanhangurin millum krabbamein í húðini og UV-stráling er einfaldur og væl granskaður.

 

- Tess meiri UV-stráling frá solarium og sól og fleiri skoldingar, tess størri er vandin fyri krabbameini í húðini. Vit røkka langt við upplýsing og átøkum, men ikki nóg langt. Tí er tíðin nú búgvin at seta aldursmark fyri nýtslu av solarium, metir Krabbameinsfelagið.