Umráðandi at fáa eina Kringvarpsloysn

– Tað hevur ikki so nógv at siga, um tað eru vit ella samgongan, ið tryggjar Kringvarpinum støðugar, sterkar og tryggar fíggjarligar karmar, sigur Gunvør Balle, sum saman við Rigmor Dam hevur lagt fram uppskot, sum millum annað ger meirivirðisgjaldið av kringvarpsgjaldinum um til stuðul til Kringvarpið.

– Hendir tað, samstundis sum ein hond verður rætt privatu miðlunum, eru vit sjálvandi glað fyri tað, sigur hon.

Fyrr í dag hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, sagt seg vera kláran við einum endaligum uppskoti beint eftir ársskiftið, men Gunvør Balle vildi ynskt, at hann bara heldur tók undir við uppskotinum frá henni og Rigmor Dam.

Hoyr samrøðu við Gunvør Balle við at trýsta á pílin undir myndini.