Ferðaráð Føroya hevur sett sær fyti at fáa fleiri útlendsk ferðafólk til Føroya. Hetta skal ætlandi gerast við at leggja størri dent á marknaðarføringina uttanlands. Tað ber umraðfestingar við sær, og ein avleiðing er, at trý fólk eru søgd úr starvi.
Hesum boðar Guðrið Højgaard, stjóri á Ferðaráð Føroya, frá.
Altjóða ferðavinnumarknaðurin er merktur av harðari kapping um ferðafólkini. Føroyska ferðavinnan hevur seinnu árini havt ein lægri miðalvøkstur enn ferðavinnan í heiminum annars, og nýggja leiðslan í Ferðaráð Føroya metir orsøkina vera, at Føroyar sum ferðamannaland eru ov lítið sjónligar á okkara høvuðsmarknaðum.
Játtanin til ferðavinnuna var 6,5 milliónir krónur í 2011. Av hesum vóru gott og væl 20 prosent eftir til marknaðarføring uttanlands, tá fastar útreiðslur og stuðulsjáttanir vóru goldnar. Hetta metir leiðslan verða ov lítið til at fáa neyðugu megina uttanlands, har kappingin við hini er gróthørð.
- Tað er krav, um ferðavinnan í Føroyum skal mennast, at vit fáa fleiri útlendskar vitjanir til landið. Um tað skal eydnast er neyðugt við munandi meira orku til marknaðarføringina uttanlands, sigur Guðrið Højgaard.
Nýggja leiðslan á Ferðaráðnum og nevnd eru á einum máli um, at 60-70 prosent av játtanini næstu árini skulu brúkast til marknaðarføringina, um málið skal røkkast; tað svarar til minst fimm milliónir krónur við støði í játtanini fyri 2012.
- Vit hava tí avgjørt at raðfesta játtanina til Ferðaráðið av nýggjum, soleiðis at vit fáa møguleika at brúka meira orku og pening til marknaðarføring; tað merkir samstundis at minni verður til rakstur og lønir, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Ferðaráð Føroya.