Ummælari: Deyðin gerst eitt merkiliga lívsjáttandi perspektiv

Ímeðan undirritaði listummælari hevur latið seg fagna í Danmark, er støðan hjá føroyskum listaummælum reduserað til reint rós og ryggklapparí uttan nevniverdan ans fyri muninum millum lort og lagkøku, skrivar Kinna Poulsen millum annað í ummæli av “Mín síðsta deadline”.

Eg lurtaði eftir øllum pørtum næstan út í eitt og bleiv í so sera góðum lag.

Kinna Poulsen, ummælari,  hevur lurtað eftir sendirøðini, har Øssur Winthereig greiðir frá lívi sínum og lívinum við krabbasjúku.

 

Meðan undirritaði listummælari hevur latið seg fagna í Danmark, er støðan hjá føroyskum listaummælum reduserað til reint rós og ryggklapparí uttan nevniverdan ans fyri muninum millum lort og lagkøku.

 

Tað stendur við øðrum orðum illa til og versnar eisini hjá teimum hugagóðu, ið tó, at tey høvdu bæði eina og tvær bøkur við sær suðureftir næstan heilt út til svimjihylskantin, ikki ordiliga komu ígjøgnum tær nógvu síðurnar, tí mann í heilum var órógvað av práti, kaffi og cava og so var tað antin so heitt, at lesiheilin smeltaði ella so vátt, at bókin var í vanda fyri at gera tað sama. Men ein morgun mitt í feriuni hevði eg útvarpið frá, meðan eg ruddaði kuffertið og tískil hoyrdi eg fyrsta part av sendirøðini “Mín síðsta deadline”, sum eina tíð hevur ligið sum podcast á heimasíðu Kringvarpsins og í løtuni verður send í útvarpinum. Tað var av óvart eg lurtaði – eg ætlaði í grundini ikki at hoyra hesar sendingar, sum eg visti um, men helt fóru at vera ov syrgiligar til mín at lurta eftir, men fyrsti partur var so stuttligur, vinaligur og undirhaldandi, at eg beinanvegin var so mikið hooked, at eg lurtaði eftir øllum pørtum næstan út í eitt og bleiv í so sera góðum lag, skrivar Kinna Poulsen.

 

 

 

Tað eru tey bæði, Elin Mirjamsdóttir og Høgni Fagraberg, ið hegnisliga hava lagt til rættis sendingarnar um Øssur Winthereig, tíðindamann, sum á heimasíðu Kringvarpsins verður presenteraður sum ein bersøgin tíðindamaður, ið eitt tíðarskeið var tíðindaleiðari í Sjónvarpi Føroya og í dag er ólekiliga sjúkur við krabbameini. Mann kann ikki siga, at sjúka og deyði ikki fylla nógv í sendingunum eins og tað longu tíðliga hevur fyllt í tilveruni hjá Øssuri, men tað løgna hendir, at deyðin gerst eitt merkiliga lívsjáttandi perspektiv og støði undir tilverulýsingini, skrivar ummælarin.

 

Alt ummælið hjá Kinnu Poulsen kann lesast her: Deyðans geniala relieff — Listaportal