Ummæli eftir Jákup Boga Joensen av leikinum Ómegd á Tjóðpallinum.
"Eg siti sum á nálum. Merki spenningarnar um allan kroppin, merki hvørja spenta spong og hvørja tæðr. Berjist mín innara kensluliga bardaga. Andi djúpt inn, haldi ondini og sleppi so aftur. Taki stundum so hjartaliga synd í hesum stakkals menniskjum, ið pallmyndin so væl og rámandi lýsir og endurspeglar og hvørs lagna er so hørð og ræðulig. Men havi eisini stundum hug at leggja uppí, hug at taka blaðið frá munninum og koma við einum vælmeinandi uppsangi. Hví finna seg í slíkum? Hví finna seg í manipulatión og sálarligum ágangi og harðskapi av grovasta slag? Hví finna seg í at verða tikin av ræði og ikki hava myndugleika yvir eins egnu ognum og fíggjarligu viðurskiftum? Hví finna seg í at verða háðað/ur, sligin og sparkað/ur? Og hví sleppa mynstrini at endurtaka seg?
Eg sissist aftur og veit, at soleiðis er menniskja og psykologiska víddarspennið eisini. Tað er verri enn so altíð lætt at rúma, fata og skilja ella liva seg inn í støðuna. Serliga tá myndin er málað við so breiðum pensli, at tað tykist so óskiljandi og óveruligt, at støðan yvirhøvur kann vera soleiðis vorðin. Men veruleikin er ofta ógvuliga fjøltáttaður og ikki altíð so lættur at hava við at gera. Tað man mangan krevja blóð, sveitta og tár at bjóða slíkum av. Tað krevur innlit í seg sjálva/n og onnur, tað krevur tilvitan, og tað krevur mót og dirvið av dimensjónum at fara upp ímóti.
Hetta er sjónleikur, tá hann er bestur. Á Tjóðpalli Føroya.
Sosialrealisma. Søgur um, hvussu parlagið kann fara av kós og kollsigla. Fullkomiliga. Søgur, tiknar úr veruliga lívinum í Føroyum – og uttanlands. Jú, slíkt er eisini veruleiki her hjá okkum. Og hví skuldi tað ikki verið tað, sum alla aðrastaðni?
Hetta er leikur, ið lýsir menniskjans mongu andlit. Hetta er leikur, ið lýsir kensluliga spennið frá rúsandi eydnukensluni og fyrsta kærleikanum til fullkomna mátt- og maktarloysi í parlagnum – ómegdina - ið bara veksur og veksur og leggur grundarsteinin undir harðskapin, sum gjøgnum leikin kemur til sjóndar, tá rangan á innara svínhundinum verður vend út móti áskoðarunum og vísir síni mongu, ljótu andlit.
Hetta er sterkur løgur. Sterkar kenslur. Og naivar. Hvørt um annað. Tí soleiðis er menniskja, ið ber møguleikarnar fyri tí góða og tí ónda í sær.
Leikurin ómegd er ein góður leikur. Pallurin og pallmyndin eru ógvuliga einfaldar uppsetingar, sum kortini bjóða av, tí sum sagt verður í bóklinginum til leikin: “Pallmyndin er gjørd soleiðis, at teir tríggir leikararnir standa púra verjuleysir og hava einki skjól at fjala seg aftanfyri. Sum áskoðarar eru vit eisini partur av hesi ræðuligu støðu. Vit sita í báðum borðum og eygleiða leikararnar, sum ongan veg sleppa, fyrr enn leikurin er liðugur. Hvørji eru vit sum áskoðarar? Nær eiga vit at leggja uppí? Ella eiga vit at gera tað?” spyrja tey á Tjóðpallinum retoriskt við sínum spurningum, hvørs endamál er at fáa áskoðaran at reflektera og fyrihalda seg til óunnuliga veruleikan, sum leikurin varpar ljós á.
Leikurin er eisini væl framførdur av teimum trimum leikarunum, ið megna uppgávuna á minimalistiska pallinum. Tað er ein avgjørd styrki fyri leikin, at leikstjórin, ið eisini hevur skrivað handritið við íblástri úr bók, ið lýsir veruligar hendingar, hevur valt at lýsa støðurnar úr fleiri sjónarhornum. Í leikinum møta vit ikki bara føroysku kvinnuni, men eisini útlendsku kvinnuni í Føroyum, og vit møta eisini manninum. At maðurin er umboðaður í leikinum er gleðiligt, tí á henda hátt megnar leikurin nettupp at vísa á, at harðskapur kann raka menniskju uttan mun til kyn, og at harðskapur verður framdur av báðum kynum.
Ábyrgdin at steðga harðskapi, likamligum og sálarligum, er okkara alra."