Ummæli: Fólkini úti á BøFólkini úti á Bø

Heini Olsen
----


Um jóltíðir kom mær snøgg bók í hendi eftir Arnstein Niclasen undir heitinium »Fólkini úti á Bø«.
Sum vera man, helt eg tað vera ein av vanligu ættar­søgunum, sum eru gull verdar fyri tey, hvørs for­fedrar og teirra lagnur, eftir besta førimuni, greitt verður frá, men sum av øðrum fyri tað mesta verða “skimmaðar” og síðan settar upp á hillina til hinar.
Tá eg fyri nøkrum árum síðan gav bók út, sum m.a. eisini fevndi um ættarfólk míni í Vestmanna, Kvívik og aðrastaðni, ringdi ein sera fitt kvívíkskona til mín við rættingum til okkurt, sum var komið skeivt fyri, og eg kvakk ikki sørt við, tá hon at enda legði afturat, at í bindiklubbanum vóru tær samdar um, at Heini var tung­ur at fara í song við.
Sama kann sigast um bók­ina hjá Arnstein; men tá eg eitt kvøldi eftir songartíð fór undir “skimmingina” visti eg ikki av, fyrr enn konan pikkaði meg á økslina, tók bókina frá mær og gjørdi vart við, at nú tók at blána í Eystri.
Frá árum okkara saman á Lands­verk­frøð­ings­stovn­inum, kenni eg væl orðafelli Arnsteins og hansara heilt óvanliga góða minni, tá spurt verur um hetta ella hatta, eitt nú tað, sum starvsfelagin, Niclas Andreasen, sáli, royndi at leggja okkum í geyma.
Og tá Arnstein í bók síni sipar til bæði føroysk og alheims skaldabrøgd, renn­ir mær til hugs blýantin hjá Mikkjali Helmsdal, sum næst­an hvørja ferð varð stung­in aftur í bringu-lumm­an, tá Arnstein hevði skriv­að kladduna, sum einki lá aftanfyri nevndu brøgd, og meira enn so kundi henda, at alvorsmaðurin, Mikk­j­al, næstan brosaði av inni­hald­inum, ið hevði somu ávirkan á Løgtingsins virkisfúsu Vega og Havnanevnd, sum eg haldi hvørja viku stakk inn á gólvið at viðgera átrokandi mál.
Jú, lætta lyndið og hepni skriviháttur Arnsteins sæst væl aftur í bókini – hes­um gripi í lýsingini av føroyska gerandisdegnum gjøg­num tíðirnar, og sum eftir ognar­lýsingunum fremst í bókini væl kann sam­metast við tey “Upp­stairs & Downstairs” í ensku films­røðini “Downton Abbey”, sum eg haldi, hon nevndist.
Leggjast kann afturat, at eisini í filmsrøðini vóru hampa­fólk á báðum hædd­um.
Hjartaliga til lukku við bókini, Arnstein, og vónandi kunnu vit gleða okkum til meira frá tínari hond.