– Tað gekk nokso tungt hjá okkum, tí vit høvdu trupulleikar við leysum gróti inni í tunlinum, men tað eru vit komin forbí, sigur hann.
– Nú er undanbrekka, og tað er eisini ein avbjóðing, tá sprongt verður undanbrekku, men tað gongur væl kortini, nú vit nærkast Marknagili, sigur hann.
Tunnlin verður sprongdur norðanífrá allan vegin út í Marknagil. Ofta verður sprongt úr báðum endum, men tað verður ikki gjørt her.
– Vit eru við at gera klárt úti í Marknagili, har gjørt verður klárt fyri tunnilsmunnanum, og arbeitt verður við at gera vegin oman í Marknagil, sigur Jón Sigurðsson.
Hann sigur, at tá tunnilin er sprongdur ígjøgnum verður grótið frá arbeiðinum í Marknagili koyrt ígjøgnum tunnilin til nýggja vinnuøki ðoman fyri Sandvíkarhjalla. Í Marknagili er yvirskot av gróti, sum síðani skal gera nyttu á vinnuøkinum.
Les eisinni: Spreingja tunnilin ígjøgnum um mánaðarskiftið
– Tíðarætlanin heldur, staðfestir Jón Sigurðsson við ein brosi, tá vit spyrja, at verkætlanin verður liðug eina viku fyri kommunuvalið ella so.
– Vit eru komin forbí ringastu óvissurnar, sum altíð eru, tá vit arbeiða inni í einum fjalli. Tað um 200 metrar eftir at spreingja, sigur Jón Sigurðsson.
– Arbeiðið norðan fyri tunnilin er komið øgiliga langt. Vit arbeiða okkum nú oman ímóti rundkoyringini á Hvítanesi, og har eru vit komin ígjøgnum um eina mánað ella so. So er koyrandi har hjá okkum, sigur hann.
##med2##
Í apríl verður farið undir at asfaltera vegin.
– Hetta er ein kempi verkætlan. Hon er í veruleikan so nógv størri, enn fólk geva sær far um, sigur stjórin í ArtiCon um stóru verkætlanina í Hoyvíkshaganum.
Ein orsøk til, at fólk ikki geva sær far um, hvussu stór verkætlanin er, man vera, at hon liggur so fjald frá alfara vegi.
Men 1. november verður arbeiðið liðugt, og tá verður koyrandi av Hvítanesi og út í Marknagil – tá eru eru 9,2 nýggir kilometrar av vegi í høvuðsstaðnum.