Umhvørvisatlit steðga Marine Harvest

Stóra aliverkætlanin hjá Marine Harvest í Írlandi hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Ætlanin var at gera eitt 15.000 tons stórt aliøkið nærindis Galway á vesturstrond Írlands, men nú hevur írska stjórnin vraka umbønini. 

 

Tað eru umhvørvisatlit, ið hava fingið írsku stjórnina at slept ætlanini hjá Marine Harvest. Ein trupulleiki var, at Marine Harvest ætlaði at brúka norskt smolt, sum ikki líkist írskum laksi.

 

NASF, North Atlantic Salmon Fund, sum er ein áhugabólkur, ið vil styrkja støðuna hjá villlaksinum í norðuratlantshavi, hevur arbeitt dúliga móti ætlanunum hjá Marine Harvest og fegnast stórliga um avgerðina hjá írsku stjórnina.

 

NASF førdi fram, at umhvørvisárinini frá alivirksemi eru sera stór, og kundu hava stórar avleiðingar fyri írska villaksin. Serliga var lúsatrupulleikin umrøddur, har kanningar vísa, at lúsin ávirkar laksin í einum radius av 100 kilometrum frá aliøkinum, meðan dálkingin av fóðuri oyðileggur skeljalívið og annað djóralív í økinum. Harumframt óttast NASF, hvat fer at henda við írska laksinum, tá alilaksur sleppur úr ringinum og flýggjar inn í írsku áirnar og vøtnini.