Tvey ár eftir at Umhvørvisstovan hevði fingið eina umsókn um marknaumskipan, var umsóknin framvegis ikki avgreidd.
Tað fekk Løgtingsins Umboðsmann at geva Umhvørvisstovuni eina álvarsliga átalu og at kunna formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýriskvinnuna í heilsu- og innlendismálum um málið.
Málið snýr seg um, at ein maður seldi eitt petti av grundøki sínum við einum hjalli á til kommunu sína, men skjótt tvey ár eftir søluna, hevði Umhvørvisstovan framvegis ikki góðkent søluna. Í hesum sambandi skuldi so hetta petti, sum kommunan keypti, leggjast afturat einum matrikkuli hjá kommununi.
Sølan fór fram 30. mars 2016, men 18 mánaðir seinni var marknaumskipanin ikki viðgjørd á Umhvørvisstovuni. Svarið frá Umhvørvisstovuni var, at málið enn var til uppmátingar og at orsaka av hákonjunkturi í samfelagnum, var nógv trýst á Matrikulstovuna. Bíðitíðin var tí vanliga seks mánaðir, men kundi vera longri.
Í kanningunum hjá Løgtingsins Umboðsmanni kemur síðani fram, at Umhvørvisstovan, hóast hon sigur seg hava verið á staðnum og gjørt uppmátingar, sum tó ikki vóru nóg neyvar, ikki kann skjalfesta, júst nær hon hevur verið á staðnum. Klagarin, seljarin av ognini, vil vera við, at Umhvørvisstovan als ikki møtti á staðnum fyrr enn eftir, at Løgtingsins Umboðsmaður tók málið til viðgerðar.
Alt í alt fær Umhvørvisstovan eina ábreiðslu fyri manglandi skjalfesting og samskifti við seljaran, eins og eina álvarsliga átalu fyri, at tað hevur tikið næstan tvey ár at viðgera málið.