Annika Olsen, landsstýriskvinna, luttekur á arktiskum umhvørvisráðharrafundi í Ilulissat. Stevnan byrjaði týsdagin og landsstýriskvinnan kemur aftur til Føroya í morgin. Á fundinum eru umhvørvisráðharrar umframt embætisfólk úr Danmark, Kanada, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Russlandi, USA, Grønlandi, Týsklandi, Pólandi og Føroyum. Eisini vera m.o. umboð fyri upprunafólk við á fundinum.
Fundurin tekur útgangsstøði í havumhvørvinum, millum annað hvussu tryggjað verður, at havumhvørvið í best møguligan mun verður vart og varðveitt, hóast veðurlagsbroytingar.
Seinastu kanningarnar vísa, at ísurin í arktisk smeltar skjótari enn áður mett. Hetta hevur við sær bæði fyrimunir og vansar. Ein fyrimunur kann tykjast at verða, at skipaferðslan gerst munandi styttri, tí nýggjar skipsleiðir gerast møguligar, og fer at lata upp fyri øðrum og nýggjum handilsmøguleikum.
Tó má ásannast, at við øktari skipaferðslu økist eisini vandin fyri møguligum óhappum, og heruppií dálkingum. Aðrar broytingar, sum tykjast at kunna koma í kjalarvørrinum av broytingunum eru t.d. atgongdin til tilfeingi í undirgrundini og nýggjar fiskileiðir.
Á fundinum fara eisini umboð fyri ávikavist PAME ( Protection of the Arctic Marine Environment Working Group ), AMAP ( Arctic Monitoring and Assessment Programme Working Group ) og CAFF ( Conservation of Arctic Flora and Fauna ) at vísa á framtíðar visiónir innan havumhvørvi í arktiska økinum. CAFF, PAME og AMAP eru arbeiðsbólkar í Arktiska Ráðnum, og Føroyar hava serliga havt ein aktivan leiklut í AMAP og CAFF.