Í Suðuroyar sunnaru helvt hava 3 kommunur tikið stig til eina umhvørvisnevnd. Talan er um Hov, Sumba og Vág. Í nevndini eru Delmar Tausen, Hov, Jacob Vestergaard, Sumba og Dánjal Bjarkhamar úr Vági, sum eisini er formaður.
Ætlanin er m.a. at økja um umhvørvis tilvitanina, bøta um viðvíkjandi umhvørvinum og nevndin skal eisini taka sær av kærumálum, ið hava við umhvørvismál at gera.