Menas-frágreiðingin
Í hesari fyrstu av fleiri greinum, ið viðgera Menas-frágreiðingina, verður hugt eftir umhvørvispartinum. Greitt er, at Føroyar standa frammanfyri nøkrum stórum spurningum á umhvørvisøkinum í sambandi við eina komandi oljuvinnu, og hetta hevur eisini fingið pláss í teirri so nógv umstríddu Menas-frágreiðingini. Sagt verður í frágreiðingini, at høvuðsspurningarnir í hesi gjøgnumgongd fyri Føroyar hava samband við hørðu veðurlíkindini á sjónum.
Ótíðarhóskandi
Menas-frágreiðingin sigur seg sakna ein greiðan og ítøkiligan umhvørvispolitikk.
?Í Føroyum eru týdningarmiklastu ásetingarnar viðvíkjandi umhvørvisstýring í sambandi viðoljuleiting og framleiðslu at finna í lógini um kolvetnisvirksemi frá 1998. § 1, stk. 2 leggur dent á týdningin av ?varisligari og skynsamari leiting eftir og gagnnýting av kolvetnistilfeinginum til gagns fyri føroyskan
búskap og arbeiðsvinnu í Føroyum, og at virksemið skal verða skipað soleiðis, at neyðug fyrivarni eru tikin fyri fiskiskapi, sigling, umhvørvis- og náttúruáhugamálum, umframt øðrum samfelagssligum áhugamálum?.
Undantikið hesum og øðrum meira nágreiniligum krøvum, ið eru ásett í lógini frá 1998,
havumhvørvislógini frá 1999, og í kunngerðunum, sum hava verið, ella verða ásettar, sambært hesum lógum, er einki, sum kann metast sum ein umhvørvispolitikkur við greiðum raðfestingum og málum, umframt háttum at meta um avrik í mun til tey settu málini. Tað sama er galdandi í sambandi við umhvørvið á landi, sum er fevnt av lógini um náttúruvernd frá 1970, og lógini um umhvørvisvernd frá 1988.
Báðar lógirnar, serliga tann frá 1970, verða í stóran mun hildnar at vera ótíðarhóskandi, og lógin frá 1988 leggur høvuðsdent á at gera eina skipan fyri umhvørvisgóðkenningar í sambandi við virksemi á landi.
Samstarv
Frágreiðingin eggjar í stóran mun til samstarv tvørturum landamørk og felagsskapir. Eisini samband Føroya við ES kann hugsast at fáa stóran týdning, hóast Føroyar ikki eru limir í ES.
? Samanumtikið standa føroyskir myndugleikar frammanfyri eini røð av torførum og møguliga eisini kostnaðarmiklum valum í sambandi við at skula hýsa eini oljuvinnu. Hinvegin bendir granskingin á, at ein sterkari umsitingarlig skipan óivað verður gagnlig fyri Føroyar, uttan mun til, um olja verður
framleidd ella ikki. Á henda hátt hevur oljuvinnan longu eina hepna ávirkan, av tí at hon setir ferð á viðgerðina hjá myndugleikunum av hesum týðandi spurningunum. Harumframt kann oljuvinnan hava við sær, at fólk gerast meira var við umhvørvi, heilsu og trygd umframt onnur fyrisett mál á øðrum økjum (eitt nú í fiskivinnuni, farmaflutningi og lendisnýtslu) og sostatt bróta slóð fyri eini virknari umhvørvisvernd í landinum, verður sagt í niðurstøðuni og tilráðingini.