Umhvørvisvikan í Klaksvík heldur á fram í dag og í morgin afturat. Í dag er frálíkt veður, og eitt tiltak við framløgu og útikonsert verður á trappuni uttan fyri Heimavirkið klokkan 16:00.
Tað vera millum annað Danny Baldursson og bólkurin Kularøtur, sum fara at framføra í góðveðrinum. Nýggi umhvørvissangurin verður eisini framførdur, og rusk verður sett upp til ljóðføri at framføra hann á.
Eisini fer Fía Heinesen, tekstildesignari, at sýna fram eitt serligt plagg, sum hon hevur gjørt. Plaggið vigar 16 kilo, sum í miðal ársnýtslan hjá okkum menniskjum av klæðum. Við hesum verður eisini kunnað um, hvussu slík framleiðsla av klæðum ávirkar umhvørvið, og hvussu vit kunnu verða meir tilvitaði, um tær avgerðir vit taka og nýtlsuna vit hava.
Annika Steintórsdóttir Biskopstø, samskipari av umhvørvisvikuni, greiðir frá, at hetta er eyðsýndur møguleiki at savna fólkið í býnum, sum eru úti og njóta góða veðrið, og umhvørvisvikan er eitt gott høvi at gera nakað eyka burturúr.
Hesa vikuna umhvørvisvika hevur verið í Klaksvík, hevur ljós verið varpað á, týdningin av at hugsa um umhvørvið og taka ábyrgd fyri tí. Annika Steintórsdóttir Biskopstø greiðir frá, at hetta eisini merkir, at vit hugsa um vanar okkara og hvussu nógv tað, sum vit gera dálkar og ikki bert um, at umhvørvið skal vera vakurt á at líta.
Tí mæla fyriskipararnir til, at tey sum koma til tiltakið í dag taka egnan kopp við at drekka úr og tey sum ynskja ein kaffimunn taka egna termokannu við. Saft verður at fáa til børnini, men kopparnar mugu fólk sjálvi minnast til at taka við.