Jan Müller
Nú tað stundar til oljuleiting á landgrunninum verður gjørt eitt stórt arbeiði frá føroyskari síðu til tess at verða klár til at taka ímóti oljufeløgunum, sum ætla sær at seta borin í longu um gott og væl eitt ár. Ein partur av hesum fyrireikingum, ið av mongum verður mettur rættiliga týdningarmikil, eru umhvørviskrøv, ið skulu setast. Hetta er ein bæði stór og krevjandi uppgáva, og tá føroyskir politiskir myndugleikar ikki júst kunnu breggja sær av at játta nokk av peningi til umhvørvismál, so gerst uppgávan so mikið meira møtimikil og krevjandi.
Sosialurin hevur vitjað á Umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og hitt teir báðar, Jákup Paula Joensen og Súna Joensen. Tað er m.a teirra uppgáva og ábyrgd at tryggja, at umhvørvisspurningar ikki standa ósvaraðir og á láni, nú tá stóru boripallarnir leggja leiðina inn á føroyska landgrunnin.
Í dag hava tey, sum starvast á Umhvørvisdeildini annað beinið í Vinnumálastýrinum og hitt í Oljumálastýrinum. Meðan starvssetanarviðurskifti hoyra undir Vinnumálastýrið, so er nú ein stórur partur av tí innihaldsliga undir Oljumálastýrinum, tí landsstýrismaðurin í oljumálum eisini umsitur umhvørvismál. Tað merkir so, at Umhvørvisdeildin refererar beinleiðis til Oljumálastýrið, meðan restin av Starvsstovuni refererar til Vinnumálastýrið.
Uppá fyrispurning um tað ikki hevði borið til at lagt Umhvørvisdeildina beinleiðis undir Oljumálastýrið sigur Jákup Pauli Joensen, at tað hevði verið ein møguleiki, men fyrimunir eru við ikki at gera tað. Í dag hevur man eitt eftirlitsmiljø og man hevur nakrar siðvenjur. Vit vita heldur ikki, hvussu leingi oljumál og umhvørvismál verða umsitin av sama landsstýrismanni. Tískil heldur Jákup Pauli Joensen, at tað besta og tryggasta man vera at lata Umhvørvisdeildina vera har hon er.
Tað er serstakliga nýggja Havumhvørvislógin, sum hevur sett størri krøv til Umhvørvisdeildini. Talan er um eina danska fyriskipan, sum er sett í gildi í Føroyum. Umsitingin av lógini krevur nógv og landsstýrið játtað nakað av pengum aftrat, tó munandi minni enn tað, sum biðið varð um. Aftrat hesum koma so eisini stóru avbjóðingarnar, sum ein nýggj oljuvinna hevur við sær.
Higartil hava trý fólk verið knýtt av Umhvørvisdeildini. Nú er eitt fólk sett aftrat. Tað er Súni Joensen, verkfrøðingur, sum er settur frá 1. apríl fyrst og fremst til at umsita Havumhvørvislógina. Enn er langt á mál, og tað er neyvan nakað at dylja yvir, at tey, sum arbeiða við umhvørvismálum, halda ikki, at játtandi myndugleikarnir prioritera umhvørvisarbeiðið nóg høgt. Umhvørvisdeildin ikki hevur orku til at taka sær av øllum teimum mongu spurningunum, og tí verður eisini farið eftir hjálp uttanífrá.
Súni Joensen hevur arbeitt hjá IRF í fýra ár. Sjálvur sær hann nýggja arbeiðið sum eina stóra avbjóðing, ikki minst tá hugsað verður um komandi frálandavinnuna.
Í sambandi við Havumhvørvislógina skulu nakrar kunngerðir setast í verk. Tað er m.a. hetta Súni arbeiðir við í løtuni. Her er m.a. talan um at fáa nakrar mannagongdir.
Havumhvørvislógin fevnir um føroyskt sjóøki. Hon gongur eisini heilt út til fiskimarkið og onnur øki, sum eru uttan fyri Føroyar. Eisini fevnir hon um øll føroysk skip, hvar tey enn sigla.
Hvat viðvíkur komandi oljuleiting, so verða fleiri kunngerðir settar í gildi í summar. Súni Joensen sigur, at teir so mugu royna at fáa oljufeløgini at liva upp til tær ymsu kunngerðirnar og reglurnar. Starvsstovan hevur gjørt nakrar rætningslinjur, sum oljufeløgini skulu halda seg til.
Jákup Pauli Joensen sigur, at teir hava havt nakrar mánaðir til at fyrireika seg, tí tað var ikki fyrr enn við árslok, at tað varð greitt, at hetta nýggja økið, frálandaøkið, skuldi leggjast undir Umhvørvisdeildina. Tað merkti so, at Umhvørvisdeildin fór at kanna, hvat útgangsstøðið varð, eitt nú hvørjar vegleiðingar oljufeløgini skulu hava. Hetta varð gjørt í einum uppriti, sum fór út til øll oljufeløgini í desember í fjør.
Undir yvirskrivtini ?Oljuleiting og umhvørvisfyrilit? - upprit frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vórðu lýst nøkur umhvørvisviðurskifti, sum HS metir eru av stórum týdningi, bæði uppá stytri og longri sikt, nú ætlanin er at fara undir oljuleiting á føroyskum øki.
Í uppritinum verður m.a. víst til OSPAR-sáttmálan, sum inniheldur fleiri ásetingar av týdningi fyri frálandavinnu. Eisini verður víst til grein 14 í Kolvetnislógini, har tað verður gjørt greitt, at virksemi í sambandi við leiting eftir kolvetni skal verða umhvørvisliga og trygdarliga ráðiligt, soleiðis at tað slepst undan kolvetnisspilli. Víst verður eisini til grein 23 í somu lóg um, ast tað ikki kann gevast loyvi til m.a. leitiboringar, uttan at mett er um umhvørvisligu avleiðingarnar.
Í uppritinum metir HS, at serligur dentur skal verða lagdur á, at umsøkjarar geva eina metan um, hvørjar avleiðingar kolvetnisvirksemi kann hava fyri náttúru og umhvørvi. Ein samlað meting eigur at verða gjørd, áðrenn farið verður undir boring. Víðari í uppritinum verður gjørt oljufeløgunum greitt, at tey í umsóknartilfarinum mugu hava eina frágreiðing um umhvørvisverndararbeiðið.
Í viðmerkingunum verður m.a. sagt, ?at oljuvinnan er sjálv best greið yvir tær útleiðingar, sum borivirksemi hevur við sær og er vinnan eisini best før fyri sjálv at vísa á teir møguleikar, sum eru fyri dálkingaravmarkandi tiltøkum. Tað er av størsta týdningi, at vinnan vísir vilja og førleika til dálkingaravmarking og vernd av umhvørvinum.?