Uppskotið snýr seg um at umleggja ein part av verandi skrásetingargjaldi til ávikavist CO2 avgjald fyri vanligar bilar, og eitt umhvørvisavgjald fyri lastbilar, bussar og vøruvognar. Eisini verður skotið upp hækka burturbeiningargjaldið úr 1500 kr. til 5.000 krónur.
Uppskotið kemur at hava við sær, at jú minni tín bilur dálkar, jú minni er avgjaldið, meðan keypir tú ein bil, ið dálkar illa, so má tú gjalda meira. Orðaskiftið við 1. viðgerð vísti eisini, at breið semja er í løgtinginum um uppskotið.
Hetta, at knýta avgjalds- og umhvørvispolitikk saman er, eftir mínum tykki í tøkum tíma. Alt ov longi hava vit bert tosað um at gera nakað fyri at verja umhvørvið, meðan gerðirnar hava manglað. Hetta uppskotipð kann tykjast sum smáting í mun til avbjóðingina við umhvørvinum, men tað, ið hevur tann stóra týdningin er, at nú byrja vit at taka ítøkilig stig til at verja umhvørvið.
At taka atlit til umhvørvið er í stóran mun ein spurningur um hugburð og at vit eggja fólki til at hugsa um umhvørvi. Øll kenna til, at gamlir bilar liggja og sløðast í nattúruni. Hækkingin av burturbeiningargjaldinum er eitt tiltak, ið skal stimbra undir at ruddað verður upp í hesum, og at bilarnir verða burturbeindir ístaðin fyri at liggja og sløðast.
Tað er eisini eitt gott og positivt signal mótvegis umheiminum, at Føroyar kunnu vísa á, at okkara avgjaldslóggáva er skipað so, at vit taka atlit til at minka um CO2 útlátið sum vit hava bundið okkum til í ST-veðurlagssáttmálanum og Kyoto- sáttmálanum.
Sitandi samgonga hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu ganga á odda í tilfeingisrøkt, so at vit kunnu lata børnum okkara eitt ríkt og livandi umhvørvi. Samgonguskjalið sigur, at miðað verður eftir at flyta Føroyar yvir í ein “reinorkubúskap”, so vit taka okkara part av ábyrgdini at minka globala útlátið av CO2,
Fyriliggjandi uppskot er eitt lítið men týdningarmikið stig á leiðini.