Millum tey umleið 30 nøvnini, sum vóru nevnd á uppstillingarfundi hjá Tjóðveldisflokkinum í Havn, var formaðurin í Búskaparráðnum og stjórin á Hagstovuni, Herman Oskarsson.
- Eg siti enn við piprandi hjarta og hugsi um tað sum hendi á fundinum hjá Tjóðveldisflokkinum, sigur Herman Oskarsson.
Hann var ikki á fundinum og er ikki limur í Tjóðveldisflokkinum, men vil kortini ikki avvísa, at hann ætlar at hugsa um støðuna nakrar dagar afturat.
- Soleiðis byrjar tað. Man verður skotin upp og so skal man hugsa seg um, og tað má eg so eisini gera, sigur Herman Oskarsson.
Óheftur stovnur
Nú er hann so nevndur í samband við Tjóðveldisflokkin og sigur ikki nei beinanvegin. Hevur hann ikki longu tá valt síðu í føroyskum politikki.
- Hetta er ein púra ókend kombinasjón fyri meg. Eg eri formaður í Búskaparráðnum og stjóri á Hagstovuni. Ber tað yvirhøvur til fyri meg at fara upp í partapolitikk, spyr Herman´Oskarsson. Hann hevur áður verið við á vinstraveinginum í Føroyum og í stríðnum móti EEC, sum ES æt fyri 30 árum síðani.
- Hagstovan skal vera ein púra uttanveltaður stovnur, so hjarta hjá mær heldur ikki uppat at pipra, tá eg hugsi um, hvat er hent.
- Hetta er púra gagg-gagg fyri meg, sigur Herman Oskarsson, sum kortini tekur tilboðið í álvar og umhugsar støðuna.