? Eg fari nú at finna út, hvør er fyri mær og hvør ið er í móti mær í Sambandsflokkinum, síðani taki eg støðu til, hvussu míni viðurskifti verða við Sambandsflokkin framyvir. Men eg stuðli framvegis samgonguni 100%
Soleiðis segði Johan Dahl, beint eftir at løgmaður hevði koyrt hann frá sum landsstýrismann. Honum untist 20 dagar sum landsstýrismaður, og tað er tað stytsta, nakar hevur sitið sum landsstýrismaður.
? Eg havi staðfest, at flokkurin ikki stendur samdur aftan fyri meg, tí bæði Listbeth L. Petersen og Alfred Olsen hava hava verið ímóti mær, tí má eg umhugsa støðu mína í flokkinum. Men eg veit, at veljarar mínir í Suðuroy standa aftan fyri meg, sigur Johan Dahl.
Frákoyrdi landsstýrismaðurin heldur tað vera sera óheppið, at tað eru fjølmiðlarnir, sum seta dagsskránna.
? Tað sum fyrigongur í fjølmiðlunum í dag er ein konsekvent jagstran eftir sensasjón fyri at fella ein landsstýrismann. Tað er ikki ein spurningur, um tað er Johan Dahl ella Jóannes Eidesgaard ella ein triði ella fjórði, hetta hava vit sæð nú í nøkur.
? Hetta er ein ódámlig gongd, tí eg trúgvi ikki, at Jóannes Eidesgaard fær meiri frið í samgonuni, fyri tað um Johan Dahl ikki situr har. Vit kunnu bara bíða eftir, hvør verður tann næsti, sum kemur í vríggimaskinuna hjá fjølmiðlunum.
? Men eg vóni, at hann fær arbeiðsfrið í samgonguni við hesi avgerðini, sigur hann.
Johan Dahl sigur, at hann valdi tilvitað ikki at fara sjálvur, tí hann heldur tað ikki vera rættvíst.
Men Johan Dahl hevur eingi »hard fellings« mótvegis Jóannes Eidesgaard, løgmanni.
? Hann má sjálvandi taka síni fyrilit, og tað hevur hann gjørt, men hetta vísir bara, at tað er sera trupult hjá vinnulívsfólki at koma í landsstýrið. Tað tykist, sum um pláss bara verður fyri lærarum, pedagogum ella øðrum, ið eitt nú ikki hava verið virkin í vinnulívinum, tí hevur tú tað, so hevur tú eisini gjørt okkurt mistak, heldur Johan Dahl.
Hóast hesar tríggjar vikurnar hava verið truplar hjá Johan Dahl, so er hann enn tann sami.
? Persónliga taki eg hetta ikki so tungt, eg eri púra avkláraður við støðuna og eri tann sami, sum eg var fyri 3. februar. Vit hava eisini tosað um hetta í familjuni, sum eisini er avklárað við støðuna, sigur Johan Dahl.
Men fer Johan Dahl víðari við hesum málinum? Er tað hugsandi, at hann fer at melda nakran fyri at hava ærumeitt seg?
? Tað fari eg neyvan. Mær dámar ikki at ganga runt og svína fólk til, og eg tími rætt og slætt ikki at hugsa um slíkt. Men eg vóni, at Inge Krause Jensen fer í rættin við hesum málinum, so eg kann blíva reinsaður fyri hesar ákærurnar, sigur Johan Dahl.