Umhugsar framvegis at stevna Sjúrði Skaale

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann almannakunngjørdi, at tað var Búi Tyril, sum var tann, ið hevði sent dulnevndan faldara í hvørt hús herfyri, har Kringvarpið varð viðgjørt og har politikarar vórðu settir í bás, millum annað, hvørir politiskir flokkar í Føroyum vóru gudiligari enn aðrar. Teir mest gudiligu sambært faldarum vóru Miðflokkurin og Fólkaflokkurin, og teir mest ógudiligu vóru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.

 

Búi Tyril segði, at hann hevði einki við faldaran at gera. Hann var bara millummaður og vildi ikki siga, hvør hevði skrivað faldaran, ella hvør ið hevði ábyrgdina av innihaldinum.

 

Við in.fo 11. apríl segði Búi Tyril, at hann umhugsaði at stevna Sjúrði Skaale, sum avdúkaði avsendaran av dulnevnda faldaranum. Sjúrður Skaale skrivaði grein, hann segði, at »maðurin við lortaspannini er Búi Tyril«.

 

Hóast Sjúrður Skaale alment hevur boðað frá, at Búi Tyril fær onga umbering, so hevur Búi Tyril ikki enn tikið støðu til, um hann fer at stevna fólkatingsmannin.

 

– Hetta verður framvegis umhugsað, nærri avgerð er ikki tikin, er tað einasta, sum Búi Tyril vil siga í morgun.

 

Spurdur, nær hann væntar, at avgerðin verður tikin, svara hann bara stutt:

 

– Tað fáa vit at síggja.

 

Les eisini:

 

Skaale: Eg veit hvør avsendarin er

Og maðurin við lortaspannini er: Búi Tyril

Búi Tyril: Hatta var groft av Sjúrði

Búi Tyril: Eg umhugsi at stevna Sjúrður Skaale