Danski heilsumálaráðharrin, Astrid Krag, hevur ikki gjørt av, um hon skal stilla upp til formansvalið í Sosialistiska Fólkaflokkinum, sum skal hava nýggjan formann fyri Villy Søvndal.
-Eg hugsi um tað, men ein tílík avgerð skal umhugsast væl og virðiliga, sigur tann 29 ára gamla Astrid Krag við metroxpress.dk.
Hon er nevnd ofta, síðani Villy Søvndal kunngjørdi, at hann leggur frá sær sum floksformaður, og fleiri av floksfeløgum hennara hava sagt alment, at teir vilja hava hana til formann.
Umhvørvismálaráðharrin, Ida Auken, hevur eisini verið nevnd sum formansevni, men hon kunngjørdi um vikuskiftið, at hon stillar ikki upp.
Í dag heldur landsleiðslan í SF fund um støðuna, og tá verður væntandi avgjørt, hvussu formansvalið skal fara fram.