Teir 33 kilsku námsarbeiðsmenninir, sum sótu innistongdir í einum námi, umhugsaðu bæði sjálvmorð og at eta hvør annan. Tað kemur fram í bókini ?33 menn?, sum amerikanski tíðindamaðurin Jonathan Franklin hevur skrivað.
Í bókini greiða menninir frá, hvat teir hugsaðu um, meðan teir vóru innibyrgdir. Fleiri teirra siga, at teir vóru til reiðar at eta hvør annan fyri at yvirliva. Aðrir siga, at teir umhugsaðu at taka lívið av sær.
-Eg hugsaði bara um eitt, og at tað var at sleppa livandi uppaftur. Eg hugsaði um, hvør av mínum starvsfeløgum mundi fara at doyggja fyrst, og hvussu eg so fór at eta hann. Eg skammaðist ikki, og eg var heldur ikki bangin, sigur Mario Sepulveda.
Tað gingu 17 dagar, áðrenn bjargingarliðini fingu samband við teir innistongdu menninar, og hesar dagarnar livdu teir av tunfiski í blikkum og mjólk. Menninir viðganga, at tá vóru fleiri farnir at hugsa um sjálvmorð og mannaát.
-Teir søgdu mær, at teir høvdu riggað eina grýtu til, og at teir høvdu eisini eina sag klára, sigur Jonathan Franklin.