Umhugsa tveir mátar at lata Havnará upp uppá

– Tað er fantastiskt at hava eina á, sum rennur ígjøgnum miðbýin, tí tað skapar trivnað, sigur Tróndur Sigurðsson

Um alt gongur, sum býráðið í Havn vil, so verður Havnará latin upp aftur. Í kvøld skal býráðið taka støðu til eitt tilmæli um hetta at seta kanningararbeiðið um verkætlanina í gongd. 

At lata Havnará upp aftur hevur verið eitt stórt ynski hjá nógvum havnarfólkum í nógv ár. 

– Hetta er eisini fyri at virða og minnast søguna. Tað er fantastiskt at hava eina á, sum rennur ígjøgnum miðbýin, tí tað skapar trivnað, sigur býráðslimurin Tróndur Sigurðsson, sum situr í byggi- og býarskipanarnevndini.

Áin verður tó ikki akkurát soleiðis, sum hon var fyrr, men nakað øðrvísi. Tað snýr seg í stuttum um at gera eina rennu eftir strekkinum frá Betri banka og oman á Vaglið framvið Tinghúsgarðinum.

Fyrsta stigið er at finna útav, hvussu tað kann lata seg gera reint tekniskt.

– Tað skal kannast, um mann kann brúka tað vatnið, sum kemur frá plantasjuni, ella um mann heldur skal seta ein vatnbrunn upp, so vatnið verður pumpað upp aftur, sigur Tróndur Sigurðsson.

1 millión skal eftir ætlan setast av til kanningar, og ætlanin er so at bjóða arbeiðið út. Býráðið roknar við at fáa svar um kanningarnar um einar tveir mánaðir, og tá fæst eisini at vita, hvat prosjektið fer at kosta.