Danska stjórin hevur heitt á Heilsustýrið um at endurskoða avgerðina um, at koppingarevnið hjá Johnson & Johnson ikki skal brúkast í donsku koppsetingarætlanini.
Tað skrivar TV2.
Koppsetingarætlanin hjá danskarum er aftur útsett tvær vikur, so seinastu fólkini eftir ætlan nú verða koppsett fyri covid-19 í september.
Danska Heilsustýrið hevur tikið bæði AstraZeneca og Johnson & Johnson úr koppsetingarætlanini, og tað hevur seinkað hana munandi.
Hetta hevur eisini ávirkan á koppsetingina í Føroyum.