Umhugsa fólkaatkvøðu um samband ella loysing

RÍKISFELAGSSKAPUR Á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið varð spurningurin reistur um at havt fólkaatkvøðu í Føroyum um ríkisfelagsskapin fyri at jarða tað stríðsmálið

- Hví ikki hava eina fólkaatkvøðu í Føroyum um ríkisfelagsskapin við Danmark?
Tað var ein spurningur, sum Axel Skoubo reisti á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í Trongisvági leygardagin.
Hetta var eitt uppskot, sum fekk rættiliga góða undirtøku á landsfundinum.
Ikki minst tók floksformaðurin sjálvur Jóannes Eidesgaard, væl ímóti uppskotinum.
- Spurningurin um okkara støðu í ríkisfelagsskapinum er ein spurningur, sum hevur gruggað føroyskan politikk í meiri enn eina hálv øld nú, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at hetta er ein spurningur sum hevur stolið alt ov nógva tíð og orku frá vanligum, praktiskum politikki í Føroyum øll hesi árini.
Og so leingi spurningurin ikki er avgreiddur, fer hesin spurningurin framhaldandi at liggja sum eitt tungt skýggj yvir øllum føroyskum politikki.
Tí heldur hann, at tað hevði verið eitt hugskot at fingið hendan spurningin avgreiddan einaferð fyri allar.
Ella í minsta lagið at fingið jarða hetta stríðsmálið tey næstu nógvu árini, leggur hann afturat.

Fólkaatkvøða
Jóannes eidesgaard heldur, at ein máti at jarða hendan spurningin fleiri ár fram í tíðina, hevði rætt og slætt verið at havt eina fólkaatkvøðu um ríkisfelagsskapin.
Og hann rør enntá framundir at hava eina slíka fólkaatkvøðu áðrenn valstríðið upp undir næsta løgtingsval byrjar.
- Annars verður ríkisfelagsskapurin enn einaferð tað stóra stríðsmálið í einum valstríðið, sigur hann.
Hann sær fyri sær, at spurningurin, sum veljarin skal taka støðu til á eini fólkaatkvøðu, verður so einfaldur, sum tilber.
- Tá ið úrslitið av eini slíkari fólkaatkvøðu fyriliggur er hesin spurningurin avgreiddur í føroyskum politikki.
- Er meiriluti fyri loysing, taka vit tað til eftirtektar. Er meiriluti hinvegin fyri framhaldandi ríkisfelagsskapi við Danmark, eigur friður at valda um hendan spurningurin, tí so er hann avgreiddur tey næstu nógvu árini, sigur Jóannes Eidegaard.
Spjaðir flokkin

Jóannes Eidesgaard ásannar, at eisini í Javnaðarflokkinum eru sera ymiskar meiningar um ríkisfelagsskapin.
- Hetta er ein spurningur, sum spjaðir meiri enn hann savnar í Javnaðarflokkinum tí hugsjónirnar ganga frá tí rættiliga loysingarsinnaða til tað heilt sambandssinnaða.
Og hann heldur, at tað er ein avbjóðing er at savna ein flokk, har áskoðanirnar eru so ymiskar.
Hann staðfestir, at hjá Javnaðarflokkinum hevur spurningurin um samband ella loysing ikki verið í fremstu røð, tí flokkurin hevur raðfest onnur mál hægri.
Hinvegin heldur hann eisini, at ein politiskur flokkur eigur at hava eitt greitt svar upp á ein so týðandi spurning, sum støða okkara í ríkifelagsskapinum er.
Tí heldur hann avgjørt, at ein fólkaatkvøða um ríkisfelagsskapin hevði verið eitt hugskot, sum tað er vert at arbeiða víðari við.

Ongin avgerð
Hóast spuringurin um eina fólkaatkvøðu um ríkisfelagsskapin varð umrøddur á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið, var ongin avgerð tikin.
Fleiri fundarluttakarar halda, at enn var spurningurin alt ov lítið viðgjørdur til at flokkurin kundi hava eina avgjørda støðu til hann.
Men nógvastaðni í Javnaðarflokkinum var góður hugur til at arbeiða víðari við málinum innanfloks og at koma við eini endaligari niðurstøðu.