Umhugsa fólkaatkvøðu um evruna

Í einari roynd at styrkja støðu sína umhugsar grikska stjórnin at halda fólkaatkvøðu um landsins limaskap í evrusamstarvinum. Tað kann sambært eygleiðarum hava við sær, at grikska stjórnin fer at standa sterkari í royndini at basa landsins fíggjartrupulleikum, men ein annar møguleiki er, at grikkar vraka evruna sum landsins gjaldoyra.

Tað er grikska blaðið Kathimerini, sum ber tíðindini um, at stjórnin hjá George Papandreou, forsætisráðharra umhugsar fólkaatkvøðu um evruna. Men sum skilst er ikki semja í stjórnini um spurningin. Tað ljóðar, at á einum kreppufundi fyrradagin vildu summir ráðharrar hava nýval, meðan aðrir vildu sleppa undan bæði vali og fólkaatkvøðu um evruna.