Ruth Vang stillaði upp seinast og gjørdist nummar tvey við 153 atkvøðum.
Bjarni Kárason Petersen hevur ikki stillað upp til býráðsval áður.
– Tey umhugsa støðuna, men aftra seg eitt sindur, um tað er rætt, at tey sum tingfólk stilla upp til býrðasval, sigur Poul Clementsen, sum ikki dylur fyri, at hann sjálvur heldur, at tey eiga at stilla upp.
Umframt í Tórshavnar kommunu stillar Framsókn eisini upp í Eysturkommunu, har Hanna Jensen varð vald í býráðið á seinasta kommunuvali. Tá var hon eisini løgtingskvinna.
Á seinasta býráðsvalið vóru trý tingfólk vald í Tórshavnar býráð:
· Heðin Mortensen, 2.506 atkvøður
· Annika Olsen, 332 atkvøður
· Helena Dam á Neystabø , 145 atkøvður
Soleiðis var býtið á listanum hjá Framsókn í Tórshavnar kommunu, har Framsókn fekk 9% av atkvøðunum:
##med2##
Og soleiðis var býtið á listanum hjá Framsókn í Eysturkommunu, har listin fekk 12,2% av atkvøðunum:
##med3##