Umhugsa at gevast við pappírinum

Í Bretlandi eins og aðrstaðni hava bløðini ilt við at fáa endarnar at røkka saman, og Guardian Media Group, sum eigur bløðini The Guardian og The Observer, umhugsar nú at gevast við pappírsútgávunum og at brúka internetið burturav.

Lýsingainntøkurnar hjá bløðunum eru minkaðar tey seinastu árini, samstundis sum lesararnir eru fækkaðir og útreiðslurnar hækkaðar. Tey síðstu árini hava bløðini hjá Guardian Media Group havt næstan eina hálva milliard krónur í halli um árið, og tað hevur fingið leiðsluna at umhugsa at sleppa pappírinum og at brúka internetið ístaðin fyri.

Verður ætlanin við internetinum fullførd, fara 100 av teimum 650 starvsfólkunum hjá Guardian Media Group at missa arbeiðið.