Fiskivinna
Føroyingar hava ikki traditión fyri at frysta botnfisk undan Føroyum umborð á føroyskum skipum. Fiskurin, sum verður veiddur á føroyskum grunni, verður allur ísaður og førdur til lands til virkingar.
Spurningurin um at framleiða fiskin umborð í staðin fyri at føra hann til lands og virka hann á føroyskum fiskavirkjum, hevur eisini verið frammi av og á.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at fyrispurningar eru úr vinnuni um møguleikarnar at frysta fisk umborð.
- Her tosa vit ikki um framleiðslu umborð á skipum, men bara um frysting av heilum og kanska avhøvdaðum fiski, sum ikki kemur undir framleiðslu, sgur hann.
Nýggir møguleikar
Sjálvur heldur landsstýrismaðurin, at hugskotið um frysting hevði givið nakrar nýggjar og spennandi møguleikar.
- Ein nýggjur møguleiki er, at manning og reiðarí tá sjálvi kunnu gera av, nær fiskurin verður seldur, og tá kunnu tey í størri mun passa søluna til marknaðin.
Jacob Vestergaard heldur, at hesin møguleiki eisini kundi gjørt, at virkir á landi í størri mun kundu lagt framleiðsuna betri til rættis á tann hátt, at tey tiðnaðu fiskin upp so hvørt, sum brúk var fyri honum í síni framleiðslu.
- Enn ein nýggjur møguleiki hevði verið, at feløg, sum eiga kvotu við pelagiskum fiski, kanska kundu kombinerað veiðina á tann hátt, at skipini vóru á vanligari botnfiskaveiði viðhvørt, og kanska fiskaðu pelagisk fiskasløg, sum eitt nú sild og makrel, viðhvørt.
Gjøllig viðgerð
Landsstýrismaðurin vísir á, at gulllaksaveiðan hevur stóran týdning fyri tey skip og feløg, sum eru á hesi veiði.
- Men í staðin fyri sum nú, tá ein partur av veiðini verður førdur til lands og frystur í landi ella umborð á móðurskipum, kundu skipini kanska sjálvi fryst fiskin umborð.
Jacob Vestergaard heldur, at skip, sum høvdu fryst fiskin umborð, av sær sjálvum eisini høvdu verið eitt sindur avmarkað í veiði, tá fiskurin, sum kemur á dekkið, skal frystast undan.
Landsstýrismaðurin heldur tó avgjørt, at hetta eru møguleikar, sum politiska skipanin eigur at taka upp og viðgera, og hann vísir á, at landsstýrismaðurin hevur heimild at geva slík loyvi.
- Her eru fleiri møguleikar, men neyðugt er við gjølligari og neyvari viðgerð av hesum spurningi, áðrenn møgulig loyvi kunnu gevast, sgur Jacob Vestergaard.