Umfatandi viðgerð av sjúkrahúsverkinum á tingi í dag

Løgtingið hevur sett allan dagin í dag av at viðgera sjúkrahúsverkið. Tað er frágreingin »Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið« sum verður til viðgerðar.

 

Í tilmælinum verður millum annað skrivað soleiðis:

 

»Setningurin í hesari Menningarætlan er, sum heitið ber boð um: at menna føroyska sjúkra- húsverkið. Í hesari frágreiðing verður víst á, at málið hjá føroyska sjúkrahúsverkinum skal vera, at flest allar kanningar og viðgerðir skulu fara fram í Føroyum. Av fakligum ávum eru nøkur sjálvsøgd undantøk.

 

Til tess krevst ein miðvís ætlan fyri at útvega fleiri skikkað heilsustarvsfólk á øllum stigum og tvørturum fakmørk, samstundis sum vit førleikamenna tey, sum longu eru í verkinum.

 

Altjóða royndir vísa, at besta loysnin til at útvega og fasthalda heilsustarvsfólk í útjaðaraøkjum sum Føroyar, er at satsa upp á fólk, sum eru vaksin upp í landinum. Vit mugu bera so í bandi, at tey hava møguleikan at fáa góðar kliniskar og útbúgvingarligar royndir her heima, annaðhvørt sum grundútbúgving ella, tá ið tey eru í ferð við at spesialisera seg útbúgvingarliga.

 

Trýstið uttaneftir við alt størri spesialisering og stórari tøkniligari og medisinskari menning krevur, at sjúkrahúsini í Føroyum í nógv størri mun virka sum ein samanhangandi virkislig eind, sum samstarvar í øllum lutum fyri at veita føroyska sjúklinginum bestu tænastuna. Til tess er neyðugt við broytingum í bygnaði og í leiðslu.

 

Í hesi frágreiðing verður mælt til at skipa verður ein felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini. Ein av aðaluppgávunum hjá tvørgangandi leiðsluni verður at fremja eitt greitt uppgávubýti millum tey trý sjúkrahúsini í einum samstarvandi sjúkrahúsverki, har sjúkrahúsini hvør sær hava týðandi samskipaðar leiklutir.«

 

Tingfundin í dag byrjar klokkan 10.

 

Øll menningarætlanin kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER