Í ár eru tað 15 ár síðani, at samarittarnir hjá Reyða Krossi fóru undir virksemi í Føroyum og tað verður hátíðarhildið seinni í ár, ella tann 30. august.
Men næsta leygardag, tann 26. apríl, verður stór venjing í Klaksvík.
Samarittarnir hjá Reyða Krossi siga, at venjingin er ein ein liður í arbeiðnum at varpa ljós á arbeiðið hjá samarittunum og bjargingarfeløgunum.
Og har verður nógv lagt fyri í venjingini, tí við verða bæði Norðoya Bjargingarfelag, Havnar Bjargingarfelag, fjallabjargarar, Rescue LÍV, Rescue ZISKA og Samarittarnar hjá Reyða Krossi.
Annars hevur stórt minningarhald verið í Danmark í samband, at tað nú eru 150 ár síðani tiltikna bardagan í Dybbøl.
- Tað sum ikki er komið so nógv fram í hesum sambandi, er, at undir hesum bardaganum var tað fyrstu ferð, at samarittarnir hjá Reyða Krossi hjáptu í kríggi og hetta var samstundis fyrstu ferð at fyrsthjálparar høvdu tað eyðkenda Reyða Kross flaggi við, siga samarittarnir í Føroyum.