– Almannaverkið er í ferð við at fremja sparingar í virkseminum.
Tað sigur Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum í svari til grein 52 spurning frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.
Hon hevur sett landsstýrismanninum tríggjar spurningar um sparingar í almannaverkinum.
Hon spyr, um Almannaverkið er í ferð við at fremja sparingar. Um ja, so vil hon hava at vita, hvørjar sparingar talan er um. Og so spyr hon eisini, hvørja ávirkan tað hevur á virksemið í Almannaverkinum, at játtanin til Trivnaðartæanstuna varð skorin á fíggjarlógini við meira enn fimm milliónum krónum.
Landsstýrismaðurin svarar, at Trivnaðartænastan í Almannaverkinum er undir stórum trýsti.
– Tí er Almannaverkið í holt við at fremja sparingar í virkseminum. Hetta er neyðugt bæði í samband við at fáa sum mest burturúr játtanini og at gagnnýta starvsfólkaorkuna. Biðið er um eykajáttan til at umgangast at gera aðrar sparingar, sum hava stóra ávirkan á tænastuna, sigur Sólvit Nolsø.
Ein av sparingunum er, at eitt sambýli skal lata aftur.
– Har verða borgararnir fluttir í annan bústað. Umframt at meira fæst fyri minni við hesi avgerð, so er endamálið eisini at veita eina betri tænastu til húsfólkið, ið flytur. Eins og undanfarin ár verður umlættingin avmarkað í summarferiuni, sigur Sólvit Nolsø.
– Harumframt metir Almannaverkið, at tað er neyðugt at skerja umlættingina yvirhøvur, sigur landsstýrismaður.
Hetta er ein liður í at fáa eina javnari tænastu um alt landið, sigur Sólvit Nolsø.
– Men harumframt er tíverri eisini neyðugt at lækka tænastustigið nakað.
Hann sigur víðari, at stuðulstænastan verður endurskoðað fyri at fáa sum mest burturúr játtanini.
Eisini verður roynt at minka um útreiðslur til annan rakstur so sum viðlíkahald av bygningum, har virksemið hjá Trivnaðartænastum er.
Til spurningin hvønn týdning tað hevur á virksemið í Almannaverkinum, at játtanin til Trivnaðartænastur varð skorin á fíggjarlógini við meira enn fimm milliónum krónum, svarar landsstýrismaðurin, at tað hevur stóran týdning.
– Og tí er í uppskoti til eykajáttan, sum júst er latið Løgtinginum, biðið um hægri játtan til endamálið. Orsakað av, at verandi virksemi er vorðið dýrari enn mett var í fíggjarlógarviðgerðini, er stórur partur av eykajáttanini til verandi brúkara í skipanini, soleiðis at tað verður lítið rúm fyri at taka nýggjar brúkarar inn í skipanina, uttan at hetta ávirkar tænastustigið munandi, sigur Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í svari til grein 52 fyrispurningin frá Sirið Stenberg.











