Umfatandi skaðar um alt landið

Ódnin í nátt hevur verið av teimum heilt ringu og summastaðni, har ættin stendur á, siga tey, at hetta var nógv verri enn jólaódnin í 1988.

Ódnin hevur ført til umfatandi skaðar um alt landið, men enn ber ikki til at fáa fult yvirlit yvir støðuna.

Løgreglustøðin í Havn hevur fingið yvir 200 fráboðanir um skaða og nú, beint fyri klokkan átta, verður framvegis ringt at boða frá skaða.

- Tað er nú, ið fólk koma upp, at tey varnast skaðar og ringja, siga tey á løgregluni í Havn.

Men tað er framvegis nógvur vindur, onkustaðni er framvegis orkan.

Men afturat teimum fráboðanum, sum løgreglan í Havn fær, koma allar tær nógvu fráboðanir, sum bjargingarlið kring landið frá beinleiðis.

Og kring alt landið boða bjargingarliðini frá, at tað sleit ikki í við fráboðanum.

Løgreglan veit tíbetur ikki um nakran fólkaskaða.

Skaðarnir, sum eru hendir, eru mest á húsaklædningar, húsatekjur, bilar, sum eru foknir og bátar og skip, sum hava slitið.

Onkrar fráboðanir eru eisini komnar um heilar hjallar, sum eru farnir í luftina við øllum kjøtinum og tí, sum annars inni var.

Myndin er tikin av brúnni á Brimli í gjárkvøldið. Brimil lá í Havn og hendan myndin er tikin inn ímóti ferjuleguni undir gamla skiåafelagnum, har Smyril plaga at leggja at og har er alt í einum roki.