Oljuroykur
"Statoil-støðin er fyribils stongd, víst verður til støðirnar í Skálabotni og á Toftum, Statoil".
Hetta er fráboðanin, ið møtir tær, um tú ætlar tær inn á økið hjá Statoil-støðini í Saltangará at keypa olju, bensin ella annað.
Á skeltinum stendur einki um, hví støðin fyribils er stongd og hjá tí, sum einki veit, verður gitt um ymiskt.
Økið frammfyri støðina er eisini sperrað av við bandi, sum merkir, at óviðkomandi ikki skulu koyra inn á økið.
Onkur pumpa er loyst og stendur niðari á økinum, enn hon stóð áður.
Tá ið Sosialurin frætti, at talan helst er um oljuleka, vendu vit okkum hósmorgunin til løgregluna í Runavík fyri at fregnast um hetta. Men á løgreglustøðini segði vakthavandi, at Statoil í Saltangará helst er farið undir eina ætlaða umbygging!
Vit spurdu, um teir vistu, hví handlar høvdu verið stongdir í nærmasta bygningi hinumegin vegin, men tá helt vakthavandi, at talan hevði verið um oljuleka í hesum bygningi.
Líkt er tí ikki til, at løgreglan hevur verið partur av hesum máli.
Oljuroykur
Niels Juel Nattestad, stjóri í Statoil, sigur, at orsøkin til, at støðin nú er stongd, í hesum førinum ikki er umbygging.
- Vit eru í holt við at leita eftir einum møguligum oljuleka her hjá okkum. Á støðini hava vit staðfest, at ávísur roykur í eina tíð hevur verið á summum ættum, og somuleiðis hava grannar gjørt vart við, at teir eisini hava havt trupulleikar av royki.
Niels Juel sigur, at teir hava verið í samband við lokalu myndugleikarnar á staðnum, sum hava kannað kloakkir og annað, sum eru á leiðini, og teir hava eisini havt IRF til hjálpar fyri at finna út av, hvaðani roykurin stavar. At enda hevur felagið eisini verið í sambandi við Arbeiðseftirlitið.
- Menn hjá kommununi hava luktað í hvønn brunn, og IRF hevur spulað og reinsað bæði brunnar og ristir, bæði her hjá okkum og í grannalagnum.
Stjórin sigur, at tá ið tað vísti seg, at roykurin framvegis ikki var burtur, serliga á ávísari ætt, gjørdu teir av at lata støðina aftur og kanna tangarnar, sum felagið hevur í jørðini, bæði norðari og syðri á økinum.
- Hetta er orsøkin til, at støðin nú er stongd, og vit lata ikki uppaftur, fyrr enn staðfest er, at allir tangar og allar leiðingar úr tangunum eru í lagi, sigur Niels Juel.
Tøma tangarnar
Stjórin sigur, at Statoil at enda avgjørdi at tøma allar tangarnar, sum eru einir fýra ella fimm í tali.
- Vit hava nú tømt allar tangarnar og trýstroynt teir við vatni.
Hann sigur, at tá ið teir tømdu seinasta tangan, hildu teir seg í fyrstu syfti kunna staðfesta eitt ávíst fall í trýstinum.
- Vit hava í øðrum umfari sett trýst á henda seinasta tangan, men nú er líkt til, at hann kortini er í lagi. Tó kann hugsast, at okkurt rør úr tanganum kanska ikki er púrasta tætt, og hetta royna vit nú at finna út av.
Niels Juel Nattestad sigur, at Statoil tekur trupulleikarnar, sum teir sjálvir hava havt við royki og ikki minst trupulleikarnar, sum nærmastu grannarnir hava havt, í størsta álvara.
- Á Statoil-støðini hava vit av og á merkt royk, men eg vil ikki siga, at hetta hevur verið nakar stórur trupulleiki og eingin er farin til hús, tí hetta hevur gingið útyvir høvdið ella heilsuna annars, sigur stjórin.
Umfatandi arbeiði
Tangarnir, sum Statoil í Saltangará hevur, taka einar 20.000-30.000 litrar hvør, so tað er ikki smávegis arbeiði av at tøma og trýstroyna teir.
Sum skilst á stjóranum, verður nú helst eisini neyðugt at grava niður á onkra av rørleiðingunum.
Enn er soleiðis ikki endaliga staðfest, hvaðani roykurin á Statoil og í grannalagnum í Saltangará stavar.