Umfatandi ferðmátingar í Søldarfirði


 

Løgreglutíðindi


Nógv ferðsla hevur verið á Skálafjørðinum hetta vikuskiftið. Bæði í sambandi við vitjanina av trúboðanarskipinum Logos II og landsdystin millum Føroyar og Sveis.

Fríggjadagin var løgreglan úti við ferðmátaranum í Søldarfirði. Ferðin varð tikin nakað inni í bygdini, so at bilarnir skuldu hava ríkiligt av tíð til at taka ferðina av bilinum.

Ferðin á fleiri enn hálvthundrað bilum varð mátað, men bara tríggjar frágreiðingar vórðu skrivaðar, og eingin misti koyrikortið.

Úr Klaksvík verður sagt frá einum friðarligum vikuskifti, har tey nú fyrireika seg til Norðoyarstevnuna.