- Umdømið bygt upp yvir langa tíð

Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa, sigur, at fíggjarlig atlit verða tikin, tá ið teir lata stuðul, og tí skal vinningur helst koma burturúr í síðsta enda. Báðir partar fáa nakað burturúr, sigur hann.

Sosialurin hevur sett seg í samband við Marner Jacobsen, stjóra í Føroya Sparikassa, og spurt um teirra hugburð mótvegis stuðli av ymsum tiltøkum. Hann greiður soleiðis frá teirra stuðulspolitikki:
 - Føroya Sparikassi er ein fyritøka, so vit hyggja sjálvandi altíð at, hvat kann vera ein fíggjarligur vinningur fyri okkum. Tað er tó torført at uppgeva, hvussu nógv tú fært aftur í reiðum peningi fyri stuðla einum hvørjum. Men samanumtikið skal tað helst geva vinning, sigur hann.
"Vinn/vinn"-støða
 Tað verður nógv tosað um hugtakið "good-will", og tað er eisini nakað, sum tey í Sparikassanum er tilvitað um.
 - Tá ið vit stuðla einum hvørjum, kunnu vit vænta okkum "good-will" frá hesum bólkinum afturfyri, og tað hevur sjálvandi stóran týdning fyri okkum. Vit leggja okkum serliga eftir at stuðla tiltøkum í Føroyum, sum koma føroyingum til góðar, og tí stuðla vit ikki uttanlandsferðum hjá flokkum. Annars er tað mangan ein einstøk meting av umsóknini.
 - Mangan er talan um eina "vinn/vinn"-støðu, tí at vit fáa okkurt burturúr at stuðla einum tiltaki, og fyriskipararnir fáa eisini okkurt burturúr, tí at tað hevði kanska als ikki verið gjørligt uttan stuðul, sigur Marner.
 Marner heldur ikki, at tað hevur so nógv at siga fyri umdømið sæð yvir stutta tíð, um teir stuðla einum tiltaki.
 - Umdømið verður bygt upp yvir langa tíð, og tí haldi eg ikki, at tað hevur so nógv at siga, um vit stuðla einum tiltaki ella ikki. Men tað hevur sjálvandi týdning yvir eitt longri tíðarskeið. Føroya Sparikassi hevur altíð stuðlað nógvum tiltøkum. Vit hava eisini ein gávugrunn, sum gevur til ymisk vælgerandi endamál hvørt ár uttan at hava fíggjarlig atlit, sigur hann at enda.