Umboðsmannatingið skal atkvøða um lagnuna hjá McCarthy

Søga verður skrivað, tá Umboðsmannatingið í dag skal atkvøða um framtíðina hjá formanninum.

 

Lagnan hjá Kevin McCarthy sum formaður í Umboðsmannatiginum verður helst avgjørd í dag við eini atkvøðugreiðslu. - Foto: Chip Somodevilla/Ritzau Scanpix

Umboðsmannatingið fer í dag at atkvøða um republikanski framtíðia hjá formanninum, Kevin McCarty.

Tað upplýsa republikanskir limir í Umboðsmannatinginum.

Atkvøðugreiðslan verður søgulig.

Tað kann soleiðis verða fyrstu ferð nakrantíð í amerikanskari søgu, at ein formaður fyri Umboðsmannatingið verður koppaður við atkøvðugreiðslu.

Tað er floksfelagin hjá McCarty, Matt Gaetz, sum hevur sett fram uppskotið um at fella 58 ára gamla McCarty sum formann.

Formaðurin sjálvur er við gott mót. Tað sigur hann við CNBC.

– Eg eri optimistur. Eg seti allar pengarnar upp á meg sjálvan, sigur hann.

Gaetz og aðrir republikanarar á høgraveinginum eru ónøgdir við McCarty, sum fyri kortum gjørdi semju við Demokratarnar um fyribils fíggjarætlan.

Republikanararnir hava meirilutan upp á 221 ímóti 212 í Umboðsmannatinginum.

Um allir demokratarnir atkøvða ímóti McCarty, skulu tí ikki nógvir republikansk tingfólk til fyri at fáa meiriluta ímóti McCarty.

Demokratarnir hava ikki avdúkað, um teir fara at atkvøða ímóti McCarthy, ella um teir kanska fara at hjálpa honum aftur fyri politiskar semjur.

Nógvir demokratar eru helst ónøgdir við fíggjarætlanarsemjuna hjá McCarthy við Joe Biden forseta.

Teir eru eisini óðir um, at McCarthy hevur givið grønt ljós til eina kanning um møguligt ríkisrættarmál ímóti forsetanum.

– Eg vil fegin hoyr, hvat hvør einstakur limur í demokratisku familjuni í Umboðsmannatiginum sigur. 

– Og so fari eg at taka eina avgerð, sigur demokratiski formaðurin í Umboðsmannatinginum, Hakeem Jeffries, við MSNBC.

Tað er bara hent tvær ferðir áður, at uppskot er lagt fram um at fella formannin í Umboðsmannatinginum – í 1910 og í 2015.

Bara fyrru ferð endaði tað við eini atkvøðugreiðslu. Hana kláraði táverandi republikanski formaðurin, Joseph Cannon.

McCarthy tók við sum formaður í Umboðsmannatinginum eftir demokratisku Nancy Pelosi í januar í 2023.

/ritzau/

 

 

 

Lagnan hjá Kevin McCarthy sum formaður í Umboðsmannatiginum verður helst avgjørd í dag við eini atkvøðugreiðslu. - Foto: Chip Somodevilla/Ritzau Scanpix