Løgtingsins Umboðsmaður vil ikki taka støðu til, um tað er í lagi at Innlendismálaráðið hevur noktað almenninginum innlit í málið um Skálafjarðartunnilin.
Miðlahúsið hevur í fleiri umførum biðið um innlit í sjálvan sáttmálan millum Innlendismálaráðið (IMR) og Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), og eisini ískoytissáttmálan um ta einu milliónina, sum fall til gjaldingar 5. september. Eisini hevur Miðlahúsið biðið um innlit í málið í síni heild.
Men hvørja ferð hevur svarið til innlitsumbønina verið noktandi. Víst hevur verið til grein-13, stk. 1, nr.5 í innlitslógini, har tað er ásett, at rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, herundir fremjing av vinnuvirksemi tess almenna.
Lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard roynir eisini at binda um heilan fingur, soleiðis at almenningurin heldur ikki fær innlit í málið tey nógvu næstu árini. Ítøkiliga leggur lógaruppskotið upp til, at avtalan millum IMR og CIP skal ikki vera fevnd av innlitslógini, líka til hálvt ár eftir at tunnilin er tikin í nýtslu.
Men hóast Umboðsmaðurin sjálv staðfestir, at hennara viðgerð tekur støði í galdandi lóg – og ikki í einum lógaruppskoti, sum avmarkar innlitið – so fer Umboðsmaðurin ikki inn í málið.
Í síni grundgeving skrivar Sólja í Ólavsstovu soleiðis:
Orsøkin til, at eg í ítøkiliga førinum havi gjørt av, at eg í løtuni ikki fari at viðgera klagurnar, er, at tað kann ikki útilokast, at niðurstøðan av eini umboðsmansviðgerð kann ávirka tingviðgerðina á ein slíkan hátt, at tað onga meining gevur hjá Løgtinginum at halda áfram at viðgera uppskotið. Eg meti tað ikki vera rætt, at umboðsmaðurin setir embætið ella Løgtingið í eina slíka støðu.
Tí fer Umboðsmaðurin ikki at taka støðu til, um almenningurin hevur rætt til innlit, fyrr enn løgtingið er liðugt at viðgera uppskotið hjá Kára P. Højgaard, nú fyrrverandi landsstýrismanni í innlendismálum.










