Andreas Andreasen, tekniskur leiðari hjá Eysturkommunu, var í farnu viku á vitjan hjá Odsherred kommunu í Norðursælandi, sum er vinarkommuna hjá Eysturkommunu.
Endamálið við vitjanini var at umrøða mannagongdir og mál, sum verða viðgjørd øðrvísi í teirra umsiting, mannagongdir frá umsiting til politiska skipan, og hvussu býarsamtyktir verða avgreiddar.
- Á fundi við deildina fyri náttúru, umhvørvi og ferðslu og deildina fyri ráðlegging, bygging og vinnu varð tosað um heimildir hjá umsitingini, lokal-ætlanir, býarplanir, byggiloyvi og bygging, sum eitt nú er framd uttan byggiloyvi. Eisini varð nakað tosað um alment innlit og kærumál.
Tað veit Eysturkommuna at siga í dag.
Andreas Andreasen kunnaði eisini vertskommununa um, hvussu Eysturkommuna er samansett politiskt, og hvussu umsitingin í kommununi er skipað.
Odsherred kommuna er ein samanseting av 12 býar- og bygdasamfeløgum við einum fólkatali á 33.000 og liggur umleið ein tíma úr Keypmannahavn.
- Kommunan er eitt kent feriustað við umleið 100.000 vitjandi ferðafólki og summarhús-eigarum hvørt ár, og fólkið í kommununi erpar sær serliga av sínum landslagi, rávøru, list og mentan.
Á heysti í 2013 hevði Eysturkommuna vitjan av 23 ára gamla, Kenni Kure, ið var skrivstovulærlingur hjá Odsherred kommunu. Partur av hansara læru var at starvast í tveir mánaðir fyri Eysturkommunu.










