Løgtingsins Umboðsmaður heldur ikki, at tað var prógvað, at sjúkrarøktarfrøðingurin hevði smakkað sær á, men hann tekur undir við, at sjúkrarøktarfrøðingurin fekk eina munnliga ávaring fyri ikki at hava møtt til arbeiðisdagin eftir, at viðkomandi varð koyrdur til hús orsaka av illgrunanum um rúsdrekkanýtslu.
Málið byrjaði, tá ið ein deildarleiðari á Landssjúkrahúsnum fekk fráboðan frá nøkrum starvsfeløgum hjá sjúkrarøktarfrøðinginum um, at viðkomandi var ávirkaður ella luktaði av rúsdrekka til arbeiðis.
Deildarleiðarin bað í tveimum førum sjúkrarøktarfrøðingin fara heim. Hesin fór og møtti heldur ikki til arbeiðis dagin eftir.
Hetta førdi til, at sjúkrarøktarfrøðingurin varð boðsendur á fund við starvsfólkaleiðaran, og ein munnlig ávaring varð givin honum fyri at hava verið ávirkaður/luktað av rúsdrekka í arbeiðstíðini, umframt at sjúkrarøktarfrøðingurin uttan fráboðan ikki møtti til arbeiðis dagin eftir hendingina.
Gekk ov lang tíð
Ávaringin frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum varð kærd til Almanna- og heilsumálaráðið, sum staðfesti avgerðina, og so varð Løgtingsins Umboðsmaður drigin upp í málið.
Umboðsmaðurin hevur kannað málið, og hann er komin til ta niðurstøðu, at ein munnlig ávaring er at meta sum ein avgerð, ið er fevnd av reglunum í fyrisitingarlógini um millum annað partshoyring, og at hesar treytirnar vóru loknar.
Klagarin hevði ført fram, at yrkisfelagið eisini átti at verið partshoyrt, áðrenn avgerðin varð tikin. Hesum sjónarmiði var umboðsmaðurin ikki samdur í, tí yrkisfelagið er ikki at meta sum partur í málinum, og skuldi tí einans verið partshoyrt, um so var, at sjúkrarøktarfrøðingurin hevði boðað Landssjúkrahúsinum frá, at felagið umboðaði hann.
? Sambært skjølunum í málinum sá tað út til, at avgerðin hjá deildarleiðaranum um at senda sjúkrarøktarfrøðingin heim einans bygdi á tað, sum starvsfelagarnir høvdu ført fram, sigur Umboðsmaðurin, og tað heldur hann ikki verða nøktandi.
Hann heldur, at deildarleiðarin skuldi havt konfronterað sjúkrarøktarfrøðingin beinanvegin, tá ið starvsfólk søgdu, at viðkomandi luktaði av rúdrekka. Deildarleiðarin tosaði ikki við sjúkrarøktarfrøðingin fyrr enn tveir tímar eftir, at leiðarin var kunnaður um støðuna, og tað er ikki nøktandi, heldur Umboðsmaðurin.
Prátaðu í køkinum
Umboðsmaðurin átalar, at deildarleiðarin valdi at tosa við sjúkrarøktarfrøðingin um málið í køkinum, har eitt annað starvsfólk var til staðar. Hetta hevði Almanna- og heilsumálaráðið eisini víst á í niðurstøðu sínari, men av tí, at sjúkrarøktarstjórin seinni hevði biðið sjúkrarøktarfrøðingin um umbering fyri hetta, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við hendan spurningin í sínari viðgerð.
Umboðsmaðurin heldur í sínari niðurstøðu, at deildarleiðarin beinanvegin átti at havt rópt sjúkrarøktarfrøðingin til síðis og tikið ein so mikið drúgva samrøðu við hann, at deildarleiðarin sjálvur kundi gjørt sær eina greiða mynd av støðuni.
Umboðsmaðurin heldur, at tann parturin av ávaringini, sum snúði seg um, at sjúkrarøktarfrøðingurin uttan fráboðan ikki var møttur til arbeiðis, var í lagi.
Havandi handfaringina av rúsdrekkaspurninginum í huga, helt hann tað hinvegin vera ivasamt, um grundarlag var fyri at staðfesta, at sjúkrarøktarfrøðingurin hevði verið ávirkaður hendan dagin.
Hann mælti tí Almanna- og heilsumálaráðnum til at umhugsa enn einaferð, um hesin parturin av ávaringini átti at standa við ella ikki.