Dagmar-málið
Tann 1. juni í ár sendi Dagmar S. Joensen kæru til Løgtingsins umboðsmann. Kæran snúi seg um burtuvísingina/uppsøgnina av Dagmar sum stjóra í Rúsdrekkasølu Landsins, og um skjalainnlit, sum varð loyvt fjølmiðlunum í hesum sambandi.
Umboðsmaðurin hevur nú hugt at málinum, og mánadagin í hesi vikuni fekk Dagmar S. Joensen bræv, har kæran verður avvíst.
Noyðist í rættin
Umboðsmaðurin staðfestir í sínum svarskrivi, at tá partarnir gjørdu avtalu um uppsøgn, var málið sum so avgreitt.
Einki er í fyrisitingarrættinum ella arbeiðsrættarligu reglunum annars, sum forðar fyri, at avtalur um uppsøgn verða nýttar, ístaðin fyri at myndguleikin sigur viðkomandi starvsfólk úr starvi, um so er, at avtalan eftir sínum orðaljóði og uppruna má metast at gera endaliga upp við viðurskiftini millum partarnar í sambandi við uppsøgnina, staðfestir umboðsmaðurin í sínum svari.
Hartil verður sagt, at umboðsmaðurin ikki kann taka støðu til, hvørt uppsagnaravtalan varð gjørd undir trýsti ella ikki. Men at slíkt mál bert kann loysast í einum møguligum rættarmáli.
Útvarpið hevur eisini kært
Viðvíkjandi partinum um skjalainnlit, sum Dagmar S. Joensen hevur kært um, sigur Umboðsmaðurin seg ikki kunna viðgera málið í løtuni.
Fyrrverandi stjórin á Einkarsøluni hevur her kært um, at Vinnumálaráðið hevur givið innlit í persónsupplýsingar, sum annars eru vardir av lógini um alment innlit.
Til hetta vísir umboðsmaðurin á, at hon í løtuni viðgerð eina kæru frá einum tíðindamanni, sum snýr seg um innlit júst sama mál. Og tí verður ikki mett, at grundarlag í løtuni er fyri at viðgera tann partin av kæruni hjá Dagmar S. Joensen.










