Um­væla við Hoy­dals­veg­in

Fara nú at umvæla gomlu húsini við Hoy­dals­vegin
Gomlu húsini hjá Jo­hann­es í Stórustovu við Hoy­dals­vegin 1 í Havn, sum seinastu ár­ini hava verið brúkt til næm­ing­a­heim, verða nú um­væld.

Hesum boð­ar Lands­verk, sum um­situr ogn­ir hjá land­i­num, frá.??Húsini fingu skaða av eldi við nøkr­um árum síðani og hava staðið tóm síð­ani tá. Í framtíðíni skulu húsini verða karm­ur um virksemið hjá Studna, tað er tann stovn­ur­in, sum fyrr æt Stuð­uls­stovn­ur­in, sum um­s­i­t­ur út­búgv­ing­ar­stuð­ul­in.??
Ar­beiðið, sum nú skal ger­ast, fevn­­ir um nýggj­an klim­a­skerm, ný­inn­rætt­ing og nak­að av lend­is­ar­beið­ið. Høv­uðs­ar­beiðs­tøk­an um­fatar: Timb­ur-, snikk­ara-, gólv-, mál­ara-, HVS-, el­ar­beiði og lend­is­a­r­beiði, um­framt sa­m­skip­an av hesum.