Um tríggjar vikur verður arbeiði á flakavirkinum á Eiði

Gomlu oddamenninir á Kósini, systkinabørnini bæði, Jóhan Páll og Jóhan David Joensen, hava sett 2,8 milliónir í Norðís á Eiði. Men tað verður ikki so nógv arbeiði á virkinum, sum Eðisfólk eru von við frá fyrr

Um tríggjar vikur verður aftur eitt sindur lívligt á Eiði.

Tí tá kunnu eiðisfólk rokna við at fáa arbeiðsboð oman á gamla flakavirkið í bygdini, Norðís.

Norðís hevur staðið stilt síðani tað endaði í tí tiltikna mølposanum hjá Føroya Fiskavirking.

Men hetta seinasta árið hevur verið arbeitt við at lata virkið uppaftur.


Nýggir menn framat

Og nú er tað so loksins komið so langt, at roknast við, at fyrstu avreiðingarnar aftur á Eiði verða um einar tríggjar virkur.

Men tað verður ikki soleiðis, sum teir høvdu hugsað sær, sum tóku stig til at lata virkið uppaftur.

Nú hava Klaksvíkingar tikið um endan og tað verða teir, sum koma at standa á odda fyri virkinum.

Men tað er ikki vist, at eiðisfólk eru verri farnir fyri tað, tí teir klaksvíkingarnir sum nú fara at gera seg galdandi á Eiði, hava drúgvar royndir í fiskivinnuni.

Talan er nevniliga um teir báðar, fyrrverandi oddamenninir á Kósini, systkinabørnini bæði, Jóhan Páll Joensen og Jóhan Páll Davidsen, sum nú hava sett seg niður á Eiði, eftir at teir fóru burturúr Kósini.


Stovnað nýtt felag

Ætlanin var at tað skuldi verða ?Felagið frá 18. oktober, 1997³ ið eiðisfólk og onnur stovnaðu, sum skuldi standa fyri flakavirkinum.

Men tað verður nú av ongum.

Ístaðin verða tvey nýggj feløg stovna.

Afturat felagnum frá 18. oktober, 1997, verður eitt nýtt felag stovnað í Klaksvík.

Hesi bæði feløgini verða so ?holdingfeløg³, sum tað eitur á fakmálið við tað, at tey stovnað eitt triðja felag, sum skal keypa flakavirkið frá Felagnum frá 18, oktober, 1997.

Hetta triðja felagið hevur fingið navnið Norðís.

Og í tí eiga Klaksvíkingarnir 2/3 og teir upprunaligu keypararnir av Eiði og aðrastaðni, eiga tann síðsta triðingin.

Stjóri á flakavirkinum á Eiði verður Jóan Páll Joensen, og systkinabarnið, Jóhan David Joensen, verður maskinmaður á virkinum, umframt nevndarformaður.

Triði nevndarlimurin í Norðís, verður Tordur Niclasen.


Góðar fýra milliónir

Partapengarnir í Norðís, eru 4,25 milliónir.

Av teimum eiga teir upprunaligu keypararnir, sum sagt 1/3, ella góðar 1,4 millión.

Restina, útvið 2.850.000 krónur, hava tey bæði systkinabørnini í Klaksvík sett í.


Um tríggjar vikur

Jóhan Páll Joensen, komandi stjóri í Norðís, sigur, at tað verður ikki heilt enn, at arbeiðið verður aftur á Norðís.

Men tað verður heldur ikki so leingi, sum upprunaligu keypararnir roknaðu við.

Nevndarformaðurin í Felagnum frá 18. oktober 1997 metti í Sosialinum, at tað fóru at ganga nakrir mánaðir, áðrenn virkið var klárt at lata upp, m.a. tí at tað var ikki heilt greitt, hvørji umhvørviskrøv virkið skuldi lúka.

Jóhan Páll Joensen er meiri bjartskygdur.

Tí hann roknar við, at arbeiðið verður um einar tríggjar vikur.

Hann sigur, at tað er ikki tað stóra at gera við virkið, so hann roknar ikki við, at tað fer at taka so langa tíð.

­ Teir eru longu byrjaðir uppá arbeiðið.

Tað, sum er mest umfatandi, er at gera frystaríið, men tað er eisini ymiskt annað.


Meiri enn eitt vanligt flakavirki

Nú Norðís á Eiði letur uppaftur, verður tað mest eitt vanligt flakavirki - men ikki bara.

Jóhan Páll Joensen sigur, at ætlanin er at leggja størsta dentin á at keypa tosk og hýsu.

Flakavirkið á Eiði er gamalt ?hýsuvirkið³, so tað skuldi verið góðar fortreytir

hjá fólkinum at hildið fram við tí, tí tað eru tey von við.

Ætlanin er at skera fiskin til flak.

Men ætlanin er eisini at fara undir ?uppskering³ sum tað eitur.

Tað vil siga, at fløkini verða skorin sundur í bitar, ella verðar (portiónir).

Men til tað krevjast íløgur uppá einar tríggjar milliónir.

M.a. er neyðugt at keypa báði útgerð til uppskering og bandfrystara.

Tá ið tær íløgurnar eru gjørdar, fer virkið at standa teimum í umleið sjey milliónum.

Men tað ræðir ikki Jóhan Páll Joensen, hóast kappingin um fiskin eisini er gróthørð. Tí hann sigur, at útlitini eru so mikið góð, at teir hava vónir til, at tað fer at bera til.

­ Hetta økið er rættiliga áhugavert í so máta, tí her norðuri er stórt ?hýsuøki³ við tað, at bátarnir fáa nógva hýsu.


30-40 fólk

Hóast tað eru stórtíðindi, at arbeiðið verður aftur á Norðís, skulu, eiðisfólk ikki rokna við, at flakavirkið verður líka stórt arbeiðspláss aftur, sum tað var fyrr.

Jóhan Páll Joensen sigur, at hann roknar við, at brúk verður fyri uml. 30-40 fólkum á virkinum.

Teir miðja ímóti at taka ímóti 3.000 tonsum um árið.