Um talgilda heilsuskipan til føroyska heilsuverkið

Viðmerkingar til Danjal Petur Højgaard, kommunulækna

Hans Pauli Strøm
landsstýrismaður

Danjal Petur Højgaard (DPH) hevur í bløðunum nú um dagarnar áhugaverda grein undir yvirskriftini Kommunulæknar í Føroyum eftirbátar, har hann m.a. kemur inn á arbeiðið hjá Almanna- og heilsumálaráðnum viðvíkjandi EPJ (tað sum vit kalla Talgilda heilsuskipan, stytt THS).

Vit í Almanna- og heilsumálaráðnum kenna til menningararbeiðið og tær visjónir, DPH hevur viðvíkjandi talgilding av føroyska heilsuverkinum, og meta vit hesar verða rættuliga framskygdar og fult í tráð við tað skipan, sum AHR er í ferð við seta í verk.

DPH metur, at byrjanin av verkætlanini varð skeiv við tað, at hetta varð fráboðað sum ein skipan fyri sjúkrahúsverkið, men at kommunulæknarnir vóru vælkomnir við um teir ynsktu tað. Tað kann vera, at útmeldingin ikki hevur verið nóg beinrakin. Men grundin til hetta er, at AHR ikki metti seg kunna seta sum krav at kommunulæknarnir eru við, av tí at tað eru kommunurnar sum gjalda KT-íløgurnar og raksturin fyri kommunulæknarnar. Hinvegin mettu vit og meta vit, at hetta er ein skipan, sum hevur so stórar fyrimunir, serliga fyri borgararnar, men eisini fyri kommunulæknarnar, og at hetta verður eitt must í heilsuverkinum. Til dømis eru 60-70% av øllum blóðroyndum og røntgenkanningum bílagdar av kommunulæknum

Vit hava frá byrjan av havt kommunulæknarnar við í verkætlanini, bæði í stýrisbólki og í projektbólkum, og umboð fyri báðar kommunufelagsskapirnar hava eisini verið við í stýrisbólkinum.

Tann kritikkur kommunulæknarnir í Tórshavn føra fram, er at hetta ikki er ein skræddaraseymað skipan til kommunulæknarnar, at faktureringsfunkan ikki er nóg smidlig, og at skipanin arbeiðir ov seint. Vit vilja føra fram, at skipanin ikki er skræddaraseymað til ávísar starvsbólkar, men til føroyska sjúklingin. Viðvíkjandi faktureringsloysnini eru vit samd við kommunulæknarnar um, at hendan er ov stirvin. Tí hava vit tikið stig til at fáa broytt hesa loysn soleiðis at hon er í tráð við ynskini hjá kommunulæknunum. Trupulleikin við skjótleikanum er longu loystur.

DPH vísir á, at trygdin í skipanini eisini er ábyrgdin hjá kommunulæknunum. Her kunnu vit ikki vera annað enn samd, at tað serliga er upp til brúkaran av skipanini (kommunulæknar, sjúkrahúslæknar og onnur heilsustarvsfólk) at vísa neyðug fyrilit fyri trygdini hjá borgaranum, bæði tá tað ræður um at tryggja trúnaðin og tá tað ræður um at fáa atgongd til dáta. Tað er m.a. hetta, ið liggur í hugtakinum informeret samtykke, sum er gjøgnumgangandi hugtak í lóggávuni á økinum, Lov om patienters retstilling. Informeret samtykke í hesum sambandi merkir í stuttum ein skylda hjá heilsustarvsfólki at kunna sjúklingin og innheinta samtykki um sjúklingadata skulu latast víðari til onnur heilsustarvsfólk.

DPH eftirlýsir einum meiri virknum kommunulækna leikluti í Talgildu verkætlanini, og tí kunnu vit ikki annað enn taka undir við, og skipa vit fegin fyri einum innleiðandi fundi hesum viðvíkjandi. Tað er enn ikki ov seint at fáa tillaga skipanina soleiðis, at hon gerst eitt enn betri amboð, eisini hjá kommunulæknunum. Harafturat er ein tílíkur fundur eitt gott høvi hjá kommunulæknunum at gera vart við seg og hjá okkum at rudda møguligar misskiljingar av vegnum, m.a. um trygdarviðurskifti í skipanini.