Vinnuvitan og Vikublaðið hildu tíðindafund í morgun har boðað varð frá, at Vinnuvitan hevði keypt øll partabrøvini í Vikublaðnum.
Árni Arge, fráfarandi stjórin á Vikublaðnum greiddi frá orsøkini til, at teir høvdu valt at selja.
- Vit vóru komin til eitt vegamót, og skuldu finna út av, hvussu vit komu víðari. Møguleikarnir vóru tríggir, antin at økja um virksemið sjálvir, ella at royna at uppkeypa onkra fyritøku, ella í triðja lagi at lata okkum keypa upp. Úrslitið gjørdist so tað seinast nevnda, segði Árni Arge.
Hví Vikublaðið var á einum vegamóti, greiddi Árni Arge ikki nærri frá. Ein hugsandi orsøk kundi verið, at Peter Slyne hevur gjørt av at fara uttanlands at arbeiða í eitt tíðarskeið, og tí er ikki óhugsandi, at hann ynskti at selja. Men Árni Arge avsannaði, at tað hevði nakað við málið at gera.
Annars kundi nýggi stjórin í samlaðu fyritøkuni, Óli á Deild Olsen upplýsa, at bløðini bæði fóru at verða rikin á sama hátt sum higartil, og at starvsfólkaviðurskiftini somuleiðis verða óbroytt.
Eisini varð upplýst, at til tess at tryggja eina lætta yvirgongd, fer fráfarandi stjórin í Vikublaðnum, Árni Arge, at taka sæti sum nevndarlimur í Vinnuvitan.
Komplementera hvørtannað
Vikublaðið er sum kunnugt eitt ókeypis lýsingarblað, sum seinastu árini eisini hevur havt eina vaksandi rúgvu av redaktionellum tilfari. Blaðið førir seg eisini fram sum mest lisnað blað í landinum, sambært Gallup. Men tað er sjálvandi ein sannleiki við modifikatiónum, tí tað veldst jú um, hvussu spurt verður.
Vinnuvitan hevur hinvegin ein ávísan og serligan málbólk, sum teir venda sær til, og nýggi stjórin á samanløgdu bløðunum, Óli á Deild Olsen, heldur, at í so máta komplementera bløðini væl hvørtannað.
Hann nevndi eisini annað virksemi, sum bløðini bæði hava, eitt nú bókaútgávu, internetvirksemi, Vikutur og annað.
Bløðini fara framhaldandi at hava tvær redaktiónir, og sum skilst verður gerandisdagurin hjá teimum 14 fólkunum á Vikublaðnum og teimum 16 á Vinnuvitan óbroyttur.
Ikki óvæntað høvdu partarnir onga viðmerking til prísin, men tað er ógvuliga nærliggjandi at hugsa, at hesin hevur verið góður fyri seljaran. Vælvitandi keldur siga, at prísurin fyri Vikublaðið hevur ligið um tær tíggju milliónirnar, og skal metast út frá líknandi handlum, er hetta høg, men sannlík upphædd.
Báðir partar meta seg hava gjørt ein góðan handil.