Um pensjón!

Viðmerking til bræv hjá Mortan Rasmussen í Dimmalætting 26.8.08.

Trupulleikin, sum Mortan Rasmussen beskrivar viðvíkjandi sínari pensjón, er sami trupulleikin, sum allir føroyskir pensjónistar hava, sum eru limir í donskum pensjónskassa.

Tá mín pensjónstíð nærkaðist, vendi eg mær til mín pensjónskassa, sum sorterar undir Økonomistyrelsen, Landegreven 4. Eg fekk svar beinanvegin og fekk at vita, hvat eg fekk í pensjón.

Tá so tann tíðin kemur, at eg skal pensjónerast, søkti eg Almannastovuna um at fáa fólkapensjón. Eg fekk 3.313.13 kr. tá eg so fái ta donsku pesjónina, er hon reducerað við 2.300 kr. Eg kannaði málið bæði her og der, men kundi ikki fáa nakra fornuftiga forkláring. Ministarin í almannamálum kundi ikki koma við svari. Eg ringdi til Føroya landsstýri og tosaði við nógv klók høvd har og onki reelt svar, eg tosaði við Almannastovuna, sama resultat.

Men so ein dag, kom eg í samband við eitt klókt høvd tilfeldiga á gøtuni, sum fortaldi mær, at í 1993 var lóg komin í gildi viðvíkjandi »samordningsfradrag« - á føroyskum kalla samskipanarfrádráttur. Lógin er føroysk, ikki donsk. Hesin frádráttur er 2% pr. pensjónsár og skal trekkjast frá fólkapensjónini. Hevur tú ein pensjónsaldur uppá 35 ár, so verða 2x35=70 trekt frá kr. 3.313,- T.v.s. 70% av 3.313=2.319. Eftir eru 813,90 kr.

Hesar 2.319,10 kr. verða nú trektar av míni donsku pensjón, men eg fái 3.313,- kr. í fólkapensjón og hon er skattafrí, men ikki restin av pensjónini. Hendan lógin er bert galdandi fyri pensjónistar, sum búgva í Føroyum. Flytir tú til Danmarkar, fært tú 2.319,10 kr. lagdar til donsku pensjónina, og hartil fært tú danska fólkapensjón.

Eg eftirlýsi eina frágreiðing frá politiska myndugleikanum. Ein fornuftig forkláring má væl finnast.