Um mánin hevði eina dóttur

Í Noregi er Kari Bremnes ein hin best umtókta sangarinnan, bæða á konsertum og fløgu. Hon hevur sungið Tove Ditlevsen og Leonard Cohen á norskum, eins og úr dagbókabløðum hjá Edvardi Munch. Fyri fyrstu ferð vitjar hon Føroyar.

 

listastevna

Birgir Kruse


Klingran í Norðurlandahúsinum verður karmurin um røddina hjá Kari Bremnes og klaverið hjá Bengt Egill Hansen. Tvey eini, sum undir mánanum rúnabinda forvitna lurtaran.

44 ára gamla Kari Bremnes er úr Svolvær í Lofoten og er útbúgvin cand.mag. við máli og sjónleiki sum høvuðsgrein. Eins og systkinini, byrjaði hon tíðliga at syngja. 12 ára gomul sang hon Mozart og seinni hoyrdist alt húski á fløguni »Ord fra en fjord«.

Kari arbeiddi sum blaðkvinna á Aftenposten, innan hon gjørdist kend sum sangarinna við egnum útgávum og tilfari. Sum blaðkvinna legið Kari seg mest eftir at lýsa mentamál og virksemi á hesum øki. Saman við brøðrunum Lars og Ola Bremnes fór hon at syngja og halda konsertir. Eisini pápin Ole H. Bremnes var stundum við. Lars Bremnes, sum spælir saksofon og hevur egið orkestur, var við á Summartónum í ár.

Í 1981 hevði Kari Bremnes samstarvað við aðrar tónleikarar í bólkinum »Stiftelsen«. Hetta árið kom útgávan »Stiftelsens fristelser«. Seinni hevur Kari Bremnes í egnum navni givið út átta fløgur, har hon m.a. ber fram yrkingar hjá Olav H. Hauge, Tove Ditlevsen og Leonard Cohen, alt samalt á norskum.

Ein hin mest sermerkta tónleikaútgávan á okkara leiðum ber eisini eyðkenda, inniliga frámerkið hjá Kari Bremnes. Tað er »Løsrivelse«, sum kom í 1993. Útgávan byggir á dagbókabløð og uppskriftir, funnar eru eftir norska listamannin Edvard Munch.

Munch, sum saman við van Gogh legði lunnar undir ekspressionistiska rákið, skrivaði altíð í eina bók, tað, ið hann sá og arbeiddi við. Litir, ljós og huglag. Hesir tekstir, sum í sjálvum sær eru rættar yrkingar, hevur Kjetil Bjørnstad sett til tónleik, sum Kari Bremnes framber á fløguni »Løsrivelse« á forlagnum Kirkelig Kulturverksted.

Sama forlag hevur givið út allar tær átta fløgur, sum Kari Bremnes hevur latið úr hondum í egnum navni. Fyrsta útgávan var »Mitt ville hjerte« í 1987. Her syngur Kari Bremnes úr yrkingasavninum hjá Tove Ditlevsen, ekspressivt og í áhugaverdum, egnum útsetingum, við munandi størri kraft, enn vit eru von við at hoyra frá donsku Onnu Linnet.

Saman við øðrum, er Kari eisini við í eini røða av útgávum, m.a. »Om månen hadde en søster - Cohen på norsk«, har Håvard Rem hevur flutt sangir hjá kanadiska Leonard Cohen í norskan búnað og »Salmer på veien« har hon syngur norskar sálmar saman við Mari Boine og Ole Paus.

Forlagið hjá Kari Bremnes er Kirkelig Kulturverksted, eitt hitt mest sermerkta á okkara leiðum, bæði tá umræður ljóð og húsa. Oyrað og eygað fáa sítt. Hetta norska forlagið, sum bókaforlagið Ascehoug eigur, er víðagitið fyri at arbeiða við ljóði og upptøkum, sum serliga á akustiska økinum hava vunnið eitt serstakt pláss hjá ljóðteknikarum og plátusavnarum kring allan knøttin. Útgávurnar hjá Kirkelig Kulturverksted eru vorðnar sonevndar »reference-plátur«. Harafturat eru húsarnir hjá hesum forlagi seregnir og altíð væl frágingnir, bæði í tilfari, útgerð og sniði. Í Føroyum er tað plátubúðin hjá H.C.W Tórgarð, sum selur útgávur frá Kirkelig Kulturverksted.

Nýggjastu útgávur Karis eru »Månestein«, »Svarta Bjørn« og »Norwegian Mood«, sum kom í fjør. »Erindring« frá 1995 er savnsfløga, sum í framúr brotum lýsir ymsu útgávurnar hjá Kari Bremnes.

Við á ferðini til Føroya er klaverleikarin Bengt Egill Hansen, sum Kari hevur samstarvað við seinastu mongu árini. Eins og flestu sangarar og tónleikarar, sum geva út á Kirkelig Kulturverksted, so setir Kari Bremnes ljóði í hásætið. Tí hevur hon eisini ljóðteknikaran Asle Karstad við á ferðini.