Talið á føroyingum búsitandi í Danmark er um leið, 22-23.000. tað vil siga, at saman við hinum norðanlondum verur talið um leið tað sama, sum fólkatalið er í Føroyum , tað vil so aftur siga, at tað eru um leið, 500. Føroyingar sum hava sjúkuna. Carnitin Transporter Defekt - CTD.
Hettar má sigast at vera ógvuslig og skelkandi tøl av eini so álvarsamari sjúku, sum eingin gjørdi nakað við í 15 ár, og kanska serstakliga tá hugsa verður um, tey órímiligu tøl sum danska og føroyska heilsuverkið komu út við fyri góðun árið síðan, at tað kanska vóru 15. persónar sum ikki vistu, at teir høvdu lívshættisligu sjúkuna CTD.
Føroyska og danska heilsuverkið eru alla tíðina komin við tølum, sum liggja nógv lægri enn tey veruligu tølini vísa, hettar gera teir í eini roynd so at onnur skulla halda, at hettar bert er eitt bagatell og at tað ikki er so galið kortini. Allur heimurin fylgir við í gongdini av hesum málið, um eina sjúku sum finnist um allan heim og undrast á tað líkasælu sum hevur valda í øll hesi árðini.
Hettar eru tøl sum føroyska heilsuverkið er væl vitandi um, og tí er tað hugstoytt, at føroyska heilsuverkið ikki tekur hesa støðu við størri álvarsemi enn higartil, hví ikki koma við tølum sum eru eftirfarandi og meiri álítandi, heldur ikki er nakað yvirlit um hvussu nógvir túsund berarar tað eru, eingin av teimun sum fáa gjørt eina carnitin roynd, fáa nakað at vita. CTD-Felagið hevur eisini roynt fleiri ferðir at eftirlýst hesum tølum.
Danska heilsuverkið sum stýrir øllum tí føroyska heilsuverkinum, meina ikki at hettar er nakað at skriva um í árligu frágreiðing landslæknans, sjálvt um tað er loyðarfest í hesum embæti, at allar álvarsamar sjúkur skulla nágreiniliga lýsast.
Lýsing: nr.740. tann. 11.09.95: § 16. Efter nærmere af Sundhedsstyrelsen fastsatte regler påhviler det landslægen at: d) give orientering om væsentlige forhold af sundhedsmæssig betydning og medvirke ved myndighedernes sundhedsoplysende virksomhed over for befolkningen eller grupper af denne på Færøerne.
Hettar kann sigast at vera greið tala. Upp á fyrispurning mín til Sundhedsstyrelsen, um hví hendan lýsing ikki verður yvirhildin, er svarið so ljóðandi. (Sundhedsstyrelsen finder ud fra de forskellige omstændigheder ikke grundlag for at kritisere, at Landslægens sundhedsberetninger ikke indeholder et afsnit om CTD).
Um tað var politiskur áhugi, so kundi tað veri áhugavert at sett Sundhedsstyrelsen ein fyrispurning, um hvat tað er teir meina við. (Forskellige omstændigheder). Ella er tað kanska okkurt sum ikki má koma fram! Skuldu føroysku fjølmiðlarnir havt áhuga, so eru øll skjøl í kunna lýsa hettar nærri tøk.
Tað kann ikki vera rætt og kann ikki góðtakast, at landslæknin kann vera undantikin ásettari lóg í heili 15. ár, og als ikki skal fáa so mikið sum eina átalu. Kann tað bera til, at føroysku mynduleikarnir ikki hava áhuga í, ella ikki kunna megna, at ávísar lógir og reglur vera yvirhildnar.
Uppá fyrispurning mín um hettar mál sent til, Kej Leo Holm Johannesen løgmann, sigur hann millum annað. (Í Føroyum tekur landslæknin sær av heilsuyrkisligum málum). (Landsstýrið varðar av at skipa heilsuverkið og spurningum hesum viðvíkjandi). (Ábyrgdin fyri øllum sum hevur við CTD at gera liggur hjá donsku mynduleikunum). (Lansstýrið ábyrgdast bert, í tann mun tað snýr seg um skiparnarligar spurningar, sum fylgja av heilsuyrkisligari tilráðing og støðutagan hjá donskum mynduleikum).
Tað fyrikemur mær, at eisini føroysku mynduleikarnir frásiga sær alla ábyrgd, av vantandi upplýsing um deyðiligu sjúkuna CTD, tó at landslæknin er lógarbundin til, at vegleiga og ráðgeva, ikki bara øllum føroyingum, menn eisini teimun politisku mynduleikunum, hettar eru lógarbrot sum eiga at fáa fylgjur.
Tað er við sorgblídni ein má ásanna, at hettar mál ikki hevur alstóran týdning fyri tað politiska stýri, sum hevur lati hettar óskil farið um seg í heili 15. ár. Og hettar kennist enn meiri óhugnaligt, tá ein fær kendsluna av, at okkurt er sum ikki má koma fram, sum ikki tolir dagsins ljós.
Tórshavn tann. 15.12.2010